taka av slíkum innbjóðingum og hava tí bert játtað í heilt fáum førum. -Lat meg her beinanvegin nevna, at vit ? sum natúrligt er ? hava nógv samskifti við øll oljufeløgini, ið sýna Føroyum áhuga. Ferðir sum [...] ferðafrágreiðingar, soleiðis at vitanin, sum er fingin til vega, seinni kann verða gagnnýtt í føroyskum høpi. M.a. kann eg í hesum sambandi nevna, at frágreiðing er skrivað um, hvussu Alaska hevur greitt síni [...] viðurskifti í hesum sambandi, sum vit í Føroyum kunnu læra av, t.d. at neyðugt er við greiðum umhvørvisstandardum og at neyðugt er við sonevndum baseline kanningum. t.e. skráseting av hvussu umhvørvið sær út
tað er greitt, at soleiðis sum støðan er í dag, so eru tað helst fá feløg, sum vilja vága nógvar pengar at leita í økjum longur vestur vit koma, har basaltið er tjúkt og eingin heldur veit, hvat er undir [...] partabrøvunum. Men tað er annars eitt ynski í Noregi, at tað skulu vera trý oljufeløg, og hetta er sjálvandi nakað, sum Sagafólk eru fegin um. Hann leggur dent á, at tað týdningarmesta er at gera ætlanir, sum [...] føroyskum øki hesi seinastu árini. Hetta er rættiliga stór upphædd fyri eitt einstakt felag. Terje Hagevang sigur, at júst stóra upphæddin, sum Saga hevur brúkt her, vísir, hvussu seriøst felagið metir hetta
millum flest allar heimsins tjóðir, er júst reyði tráðurin í jólaboðskapinum: friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Hetta kann sjálvandi tulkast á ymsan hátt, og er tað eisini nettup ein partur av j [...] hóast hann er tann eini og sami, at vit tó kunnu leggja í hann so mangt, sum snýr seg um sínamillum virðing millum menniskju, hvørji hesi enn eru, hvar hesi enn búgva og hvat tey enn gera. TAÐ er vón okkara [...] teimum hava vit hava kalda kríggið, sum hevur verið orsøkin til ótald brot á vanligu mannarættindini. Her verður ikki minst hugsað um kollveltingarnar eystan fyri og ræðustýrini har. HÓAST tað eru meira enn
Innihaldið er sum árini frammanundan fjølbroytt við søgum, frásagnum, yrkingum og bókaummælum. Sverri Djurhuus heldur fram við at skriva um barnaárini í Kollafirði; hetta er annar partur. Jólanátt á Drangoy [...] skrivað av hundrað tals síður úr gomlum skjølum, hevur her brot úr tingbókini fyri Eysturoy. Seinasti partur av skaldsøguni "Júvíkingar" eftir Olav Duun er við, Dánjal Niclasen umsetti. Yrkingar eru eftir Svenning [...] Varðanum hesa ferð er ummæli hjá Jóannes Hansen av bókini Frælsmannamál, 1899-1926 blaðgreinir, fólkafundir og røður. Tummas Lenvig legði til rættis og Bókagarður gav út. 65. bind av Varðanum er 221 síður til
slíkum umbýti. Tað er eitt land við færri íbúgvum enn í Føroyum - 25.000- , men fyrisitingin er størri og landið er ríkari. Tað er stuttligt at síggja eitt land, sum klárar seg so væl og sum er so væl skipað [...] eru fimm menn og ein kvinna. Tá vit spyrja hana, um tað er øðrvísi at vera skrivari hjá einum løgmanni, sum er kvinna enn einum, sum er maður, er hon varin at svara, tí áðrenn henda samrøðan kom í lag legði [...] sett. Og við tað at tíðin er broytt kunnu vit loyva okkum at taka onnur perspektiv við inn í fyrisitingina út um tað dagliga. Tað er tað positiva við at gongdin er vend. Hvør er størsta avbjóðingin hjá tær
i. Hon er 47 ára gomul, fødd og uppvaksin í Klaksvík, eigur børnini Martin, sum er 23 ár og Heiðu, sum verður 9 ár fyrsta dagin. Ingvør Nolsøe er útbúgvin art director. Ávegis til nakað sum er betri Hvussu [...] tá ið kunningarsamfelagið er komið upp at koyra rættiliga og tá ið javnstøðulógin ikki longur er neyðug. Men vit koma ikki uttan um, at í dag er hon neyðug, tí samfelagið er so primitivt. Hugburðurin hjá [...] fyri eina ravnamammu, tí eg gekk høgt uppí mítt arbeiði. Í dag er nógv øðrvísi, tað er ikki nóg gott, men vit eru á veg til nakað sum er betri, sigur Ingvør Nolsøe. Áðrenn og aftaná 92 - Krøvini, sum verða
skomm ikki at fáa sín arbeiðssetning lidnan til høgtíðirnar við ársskiftið. Jólatrøll er vanligt enn at siga um eitt, ið er ikki liðugt til jóla. Nýggjárstrøll og trettandatrøll hevur eisini verið sagt, tá [...] viðtakast áðrenn 1. januar. Ofta er tað tó um reppið, og seinasta atkvøðugreiðsla hevur onkuntíð verið sjálvan nýggjársaftan. Tað man vera einasta lóg móti nýggjárstrølli. Og heppið er tað, tí ein, ið bara fylgir [...] meining: her ráddi um, at fáa arbeiðið liðugt, og høgtíðin var eitt páskot. Tað liggur eisini í siðinum, at fólk vildu byrja eitt nýtt ár uttan byrðar hangandi á herðunum frá árinum fyri. Tað er ein góður
sum onkur hevur borið uppá mál. -Her eru trý viðurskifti, sum skulu avgreiðast, tað fyrsta er markið, tað næsta er oljuskattalógin og tað triðja er útbjóðingin. Tað er væl einki til hindurs fyri, at tey [...] tey trý kunnu koyra óheft av hvørjum øðrum, men fortreytin er tann, at útlit er til eina semju um markið. Fyrireikingin av útbjóðingini skal í gongd skjótt og væntar løgmaður, at hon verður latin upp í
Jonhard Hammer Tað er fríggjadagur, og klokkan er farin av trý. Staðið er Maskinskúlin við Oyggjarvegin. Við borðini situr nógv fólk stemningurin er sera góður, skemtisøgurnar flúgva um borið, og tað verður [...] Sjúrður, Bárður og Samson eisini hava felags, er at teir eru allir maskinaspirantar hjá danska felagnum Maersk. Teir byrjaðu fyri 5 1/2 árið síðani. Tað er long tíð, men tað hevur gingið skjótt, halda teir [...] verður einki sagt, uttan at tað kemur ein skemtilig viðmerking. Tað eru ikki slipsadreingir, sum sita her. Sjálvt um onkur hevði bundið sær slipsið um hálsin, og tann eini hevði smoygt sær í ein vakran føroyskan
segði Mortan. Hann var úr Porkeri.»Hvør er tað, Nissunygaard ?« ? »Tú veitst, tað er hann við kasurollubendingini?« ? »Hvør er kasurollubendingin?« ? »Góða, tað er ein maður í Havn! ? Lat okkum fáa jóla [...] kenna tað úti á bygd. Her var Hafnia, Sjómansheimið, hjá Fossá, Gistingarhúsið í Lítlu tvørgøtu, hjá Ellingsgaard, Magnus Bærentsen, matstovan í Grím Kambansgøtu, Kafféteria og Perlan. Her vóru verðarnir etnir [...] jóladagar. Havnin var ikki so strongd, sum hon er í dag. Tú visti, at jólini vóru í hondum, men ikki var jóladámurin drivin í mammon og stakkalastási. Nei, her var tann reina mentan av ektaðum kærleiksili