Fara at bora í ár 2001

Saga Petroleum heldur tað vera í lagi við fyrstu útbjóðing tíðliga ella á sumri í ár 2000. Felagið fer tá helst undir at bora í ár 2001 við vón um at hava funnið olju í ár 2002.

Jan Müller


Tey trý oljufeløgini, tað norska Saga Petroleum, tað franska Total og tað amerikanska Anadarco, sum hava arbeitt saman í eina tíð á bretskum øki, hava nú gjørt av at skipa seg í bólk á føroyskum øki eisini - við tí fyri eygað at bjóða í fyrstu føroysku útbjóðingarrunduni í 99 ella ár 2000.

Tað verður tað norska Saga Petroleum, sum verður operatørur á føroyskum øki. Terje Hagevang, leitingarstjóri hjá Saga sigur, at tey trý feløgini eru væl fyri til at vera við í komandi útbjóðing, ikki minst orsakað av royndunum, sum Saga hevur á norksum øki og annars á Atlantsmótinum sum heild (The Atlantic Margin).

Saga Petroleum hevur brúkt 100 mill. kr. til kanningar sínar á føroyskum øki hesi seinastu árini. Hetta er rættiliga stór upphædd fyri eitt einstakt felag.

Terje Hagevang sigur, at júst stóra upphæddin, sum Saga hevur brúkt her, vísir, hvussu seriøst felagið metir hetta økið at vera, og hann dylur heldur ikki fyri, at teir hjá Saga meta møguleikarnar fyri at finna stórar oljukeldur at vera rættiliga góðar.

-Talan er um at víðka ?bakgarðin? á norskum øki til eisini at fevna um føroyska landgrunnin. Vit eru við í nøkrum at teimum nýggjastu og mest áhugaverdu fundunum á norskum øki, sum helst kunnu samanberast við føroyska umráðið.

Tey trý feløgini siga í einum tíðindaskrivi um nýggja samstarvið, at tey byggja hetta m.a. á royndirnar hjá feløgunum á øllum Atlantsmótinum frá Írlandi til Norðurnoreg. Talan er um eitt samanhangandi øki, har talan er djúpt vatn, eins umhvørvi og jarðfrøði og tøkniligar avbjóðingar. Nýggja avtalan byggir m.a. samarbeiði millum Saga og Total á djúpum vatni í bretskum øki.

Hóast Saga ikki telist millum heimsins størstu oljufeløg so metir Terje Hagevang, at nettup serstaka støðan hjá felagnum, har tað burturav er eitt ?uppstreamfelag? tvs. tað arbeiðir bara við leiting og framleiðslu av olju, og tann sannroynd, at felagið er operatørur í lisensum á djúpum vatni bæði við Írland, við Bretland og við Noreg, ger, at felagið metir seg ført fyri at taka av avbjóðingunum, sum finnast í tí føroyska økinum.

At Saga leggur stóran dent á føroyska landgrunnin eru longu fleiri dømi um. Felagið var m.a. tað fyrsta at seta á stovn egna skrivstovu í Føroyum. Eisini hevur Saga brúkt nógva orku til at kanna og stuðla føroyskum vinnulívi við síni vitan um, hvussu tænastuvinnan best kann gera seg galdandi í eini oljuvinnu.


Total og Anadarco

Franska felagið Total hevur eisini arbeitt á føroyskum øki í nøkur ár. Felagið hevur verið við í Lopransboringini og luttekur í GEM-verkætlanini. Felagið arbeiðir kring allan heimin. Gjøgnum dóttirfelagið Total Oil Marine er felagið operatørur fyri 11 blokkum vestan fyri Heltand og 3,5 blokkum í havøkinum uttan fyri Írland. Felagið hevur síðani 1995 borað tríggar brunnar á Atlantsmótinum.

Amerikanska felagið Anadarco er eitt av heimsins størstu óheftu leiti- og framleiðslufeløgum. M.a. arbeiðir felagið í Alaska, Algerie og í Mekikanska flógvanum. Felagið hevur eisini fingið tillutað leitiøki í bretskum og írskum øki. Felagið ætlar at bora sín fyrsta brunn á Atlantsmótinum í næstum.

Terje Hagevang frá Saga sigur, at felagið við sínum drúgvu royndum seinastu 25 árini frá leiting í norskum øki serliga og við sínum nýggjastu kanningum bæði við Føroyar og eisini Grønland hómar eina spegilsmynd av økjunum. -Vit hava gjørt nógvar kanningar, eitt nú av grótsløgum í berginum, og síggja, at jarðfrøðiligi útviklingurin er tann sami í øllum hesum økinum. Vit hava gjørt okkara heimaarbeiði á føroyska landgrunninum so mikið væl, at vit vita, hvar vit vit ætla at bora.

Hann vísir á, at teir við sínum seinastu boringum á djúpum vatni út fyri Noreg og Írland hava funnið nógv gass. Í hesum sambandi nevnir hann, at felagið hevur gjørt sáttmála um leigu av einum av teimum fáu boripallunum, sum kann brúkast á slíkum vatni sum við Føroyar, nevniliga á øki við 500 til 1200 metra dýpi. Talan er um pallin Scaraboe 5. Sosialurin skilur, at tað finnast í mesta lagi 5-6 boripallar í heiminum í dag, sum kunnu brúkast í okkara øki. Tveir teirra bora í løtuni nær markinum. Teir eru Sovereign Explorer, sum Conoco, Arco og Brittish Borneo hava leigað at borað stutt frá markinum, og síðani um Jack Bates, sum Mobil hevur leigað at borað á heilt djúpum vatni millum Føroya og Hetlandi. Aftrat hesum kemur Transocean Leader, sum m.a. Amerada Hess hevur brúkt.

Terje Hagevang roknar við, at fleiri av bólkunum, sum fara at bora við Føroyar, fara at vera saman um eina ella fleiri pallar. Hetta er sama mynstur, sum verður brúkt við Falklandsoyggjarnar, har fleiri oljusamtøku hava brúkt ein og sama borilall.


Útbjóðing seinkað

Hóast einki ítøkiligt er komið fram um fyrstu føroysku útbjóðingina, so hevur Saga longu tikið hædd fyri, at útbjóðingin verður neyvan fyrr enn í 4. ársfjórðingini næsta ár. Tvs. at loyvini verða latin tíðliga ella á sumri í ár 2000. Uppá fyrispurning um hetta er óheppið sigur Terje Hagevang, at teir kunnu liva við hesum.

-Fáa vit lisens í seinasta lagi á sumri ár 2000 so verður helst byrjað at bora seint sama ár ella helst tíðliga í ár 2001. Talan verður um fleiri kanningar og skal eisini tíð til at fáa samstarv í lag við aðrar operatørar. Vit ætla at bora tveir brunnar í fyrstu syftu og gongst eftir ætlan, so hava vit funnið olju í ár 2002 sigur ein bjartskygdur leitistjóri, sum ikki heldur tað vera so relevant við spurninginum, at tað vanliga skulu borast 10 brunnar fyri at gera eitt fund. -Vit hava fyrireikað okkum so mikið væl, at vit halda tað vera realistiskt við einum fundi um ár 2002.

Sagastjórin sigur víðari, at verður hetta gongdin, so kann útbyggingin av feltinum verða liðug um ár 2008, tá so sjálvur framleiðsluparturin fer í gongd.

Tá vit spyrja Sagastjóran, hvussu tað ber til, at eitt felag sum Saga, sum sambart miðlunum seinastu tíðina hevur víst seg at vera eitt felag í trupulleikum, tekur so dýran til á føroyskum øki sigur Terje Hagevang, at tað er ein misskiljing, at tað stendur so illa til hjá felagnum.

-Vit eru førir fyri at fáa yvirskot burtur úr fleiri brunnum, har prísurin er heilt niðri á 6 dollarum fyri tunnuna. Vit gera íløgur í ár fyri 5 mia. kr. og í næsta ár fyri 4 mia. Tað vísir, at vit eru eitt felag, sum er við í oljuleitingini.

Terje Hagevang sigur, at Saga hevur ikki fíggjarligar trupulleikar. Hann váttar, at eitt nú Statoil hevur uppkeypt ein part av partabrøvunum, soleiðis at Statoil í dag eigur 20% av partabrøvunum. Men tað er annars eitt ynski í Noregi, at tað skulu vera trý oljufeløg, og hetta er sjálvandi nakað, sum Sagafólk eru fegin um.

Hann leggur dent á, at tað týdningarmesta er at gera ætlanir, sum koyra yvir longri áramál.

Hvat viðvíkur føroyska økinum, so er tað eitt sokallað ?highrisk? øki, men tá talan er um umráðini, sum liggja nær við Foinaven og Schiehallion, so tykjast øll oljufeløgini at vísa teimum áhuga.

Verandi oljuprísir gera ikki, at oljufeløgini taka seg aftur av Føroyaøkinum. -Vit og onnur feløg hava gjørt so stórar íløgur longu, at tað hevði verið burturspilt arbeiði, um vit góvust nú. Men tað er greitt, at soleiðis sum støðan er í dag, so eru tað helst fá feløg, sum vilja vága nógvar pengar at leita í økjum longur vestur vit koma, har basaltið er tjúkt og eingin heldur veit, hvat er undir. Tí vilja tey flestu feløgini sleppa at bora nærhendis longu kendum oljuøkjum sigur Saga stjórin at enda.