Jólatrøll og skammbót

Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur hugleiðir um jólatrøll

Í Føroyum var skomm ikki at fáa sín arbeiðssetning lidnan til høgtíðirnar við ársskiftið. Jólatrøll er vanligt enn at siga um eitt, ið er ikki liðugt til jóla. Nýggjárstrøll og trettandatrøll hevur eisini verið sagt, tá setningurin var, at hava eitthvørt liðugt til hesar høgtíðir.

Øll kunna fáa høgtíðstrøll, uttan løgtingsmenn fyri fíggjarlógina, sum skal viðtakast áðrenn 1. januar. Ofta er tað tó um reppið, og seinasta atkvøðugreiðsla hevur onkuntíð verið sjálvan nýggjársaftan. Tað man vera einasta lóg móti nýggjárstrølli. Og heppið er tað, tí ein, ið bara fylgir við so dánt, kann lætt gerast sannførdur um, at var henda lóg ikki, fóru vit inn í mangt árið uttan fíggjarlóg.

Tað arbeiði, ið áður hoyrdi til hesa árstíðina at gera, var tøtingin, og flestu heimildirnar um jóla- og onnur høgtíðstrøll eru um bundin pløgg. Nú í tíðini verður tað oftast bara havt á orði, um okkurt verður jólatrøll. Og verður sagt um alt møguligt, hóast setningurin ikki endiliga er, at hetta skal vera liðugt til høgtíðina. Mangt plaggið hevði tó ikki verði greitt úr hondum, um hóttanin at fáa jólatrøll ikki hekk yvir høvdinum. Orðið trøll sipar til tað hálvgjørda verkið.

Fyrr var meira gjørt burtur úr. A. Weihe sigur frá, at arbeiðskonurnar royndu at fjala burtur okkurt, tær ikki høvdu fingið liðugt, men at húskallarnir kundu vera grammir at leita. Hálvgjørda verkið varð so hongt upp undir bitan ella í ljóaran í roykstovuni til stóra skomm fyri tann, ið arbeiðið átti. Var talan um jólatrøll, vórðu tríggir torvkonglar bundnir upp í plaggið, seks, um tað var nýggjárstrøll og 9, um tað var trettandatrøll.

Siðurin við jólatrølli var ivaleyst stuttligur uttan hjá tí, ið fekk trøllið. Tann, ið kanska skuldi hava plaggið, mátti tó sakna tað til høgtíðina. Tað gjørdist ikki við, um tað var keðiligt, serliga tí flestu jólagávurnar fyrr vóru pløgg.

Sum so mangur annar siður fyrr í tíðini hevur hesin eisini eina djypri meining: her ráddi um, at fáa arbeiðið liðugt, og høgtíðin var eitt páskot. Tað liggur eisini í siðinum, at fólk vildu byrja eitt nýtt ár uttan byrðar hangandi á herðunum frá árinum fyri. Tað er ein góður siður, tí onki er so tungt, sum at skula fara undir eina byrði og hava ta fyrru á bakinum frammanundan.

. A. Weihe sigur, at eigarin av jólatrøllinum fekk gjarna nakað í skammbót frá húsbóndafólkunum Men í løgtinginum slepst undan at taka støðu til nakra skammbót. Tí hvørji eru húsbóndafólkini? Ja, tað er tað, politiski leikurin gongur um beint nú.

Livst so spyrst.