Anfinn Kallsberg sigur seg vera væl nøgdan við gongdina í marknasam-ráðingunum við bretar. -Vit síggja eina positiva gongd og eru komnir rættiliga langt móti málinum. Eg haldi eg kann siga, at vit eru frammi undir eini semju sigur løgmaður, sum vónar at fáa eitt endaligt úrslit innan heilt rímuliga tíð.
Báðir partar hava gjørt sítt til fyri at fáa eina semju. Løgmaður metir ikki, at útbjóðingin á føroyskum øki verður útsett í eitt ár, soleiðis sum onkur hevur borið uppá mál.
-Her eru trý viðurskifti, sum skulu avgreiðast, tað fyrsta er markið, tað næsta er oljuskattalógin og tað triðja er útbjóðingin. Tað er væl einki til hindurs fyri, at tey trý kunnu koyra óheft av hvørjum øðrum, men fortreytin er tann, at útlit er til eina semju um markið. Fyrireikingin av útbjóðingini skal í gongd skjótt og væntar løgmaður, at hon verður latin upp í hesum árinum.