Henda dagin vit hitta Maiken Poulsen úti í Tinganesi er hon við at gera eitt útkast til nýggjársrøðuna, sum løgmaður skal halda nýggjársaftan fyri okkum øllum - í sjónvarpi og útvarpi. Hetta er ikki ein óvanlig uppgáva hjá einum løgmansskrivara og sum skrivari hjá teim seks løgmonnunum, ið hava sitið síðani 1985, fellur tað smidligt at skriva eina slíka røðu.
Maiken Poulsen kom í Tinganes at arbeiða í 1983. Tá vóru landsskrivstovan og løgtingsskrivstovan saman og fyrstu tíðina arbeiddi hon í fyrisitingini, har dagligu uppgávurnar vóru at skriva brøv, lógaruppskot, eftirkanna og skriva journalir. Í 1985 var starvið hjá løgmanni leyst, í fyrsta umfari hálva tíð.
Løgmenninir hesa tíðina eru allir teir, sum eru á lívi í dag. Pauli Ellefsen, Atli Dam í tvey valskeið, Jógvan Sundstein, Marita Petersen, Edmund Joensen og nú Anfinn Kallsberg.
Uppbýtt
Hesi árini Maiken Poulsen hevur arbeitt í Tinganesi og hevur havt dagliga gongd millum fremstu politikarar og embætisfólk eru nógvar og umfatandi broytingar farnar fram.
- Hetta økið hevur verið øgiliga spjatt. Løgmaður er í roynd og veru bæði forseti, forsætisráðharri, uttanríkisráðharri og til tíðir løgmálaráðharri, alt í einum, umframt at løgmenn fyrr høvdu onnur stór málsøki sum fiskivinnumál og almannamál. Løgmaður umboðar landið úteftir, og hann ímyndar land og fólk, tá ið vit hava vitjanir.
Nýskipanin av landsfyrisitingini hevur ført við sær, at málsøkini eru skipað í fyrisitingarligar eindir, og sum ein liður í hesum varð Uttanlandsdeildin skipað í summar, og flutti Maiken við tá sum fulltrúi í umboðanarmálum.
- Hetta arbeiðið er ikki nýtt fyri mær, men nú arbeiði eg meiri sjálvstøðugt, og tað dámar mær væl. Í hesum starvinum ber til at mennast fakliga, nú eru uppgávurnar meira heildaruppgávur og ikki so smábýttar sum áður, sigur Maiken Poulsen.
Vera vakin
Maiken Poulsen er útbúgvin korrespondentur í enskum og týskum og málsligi førleikin metir hon er ein fyritreyt fyri at kunna røkja starvið.
- Tú eigur at kunna føra eina samrøðu á fremmandamáli uttan nakað hóvasták, tulka, taka ímóti gestum, skriva brøv, rættlesa, mýkja kantutar vendingar og lofta einum og øðrum, sum kann virka óheppið. Og vera vakin við tí, sum hendir. Harumframt havi eg umsetingina av handilssáttmálum um hendi.
Við øðrum orðum skal ein løgmanskrivari vera ein hálvur diplomatur?
- Tað ger tað ikki verri, svarar hon flennandi.
- Týdningarmestu eginleikarnir hjá einum løgmansskrivara eru at vera trúfastur, halda tagnarskylduna, ikki blanda seg politiskt uppí og vera røkin, tí tað er ein ørgrynna av pappíri at halda skil á. Umframt skalt tú vera opin, taka væl ímóti fremmandafólki og vísa teimum runt. Fremmandu gestirnir skulu kenna seg væl, meðan tey eru her, og tey skulu kenna, at baklandið hjá løgmanni fyrisitingarliga er í lagi. Harumframt skalt tú tola broytingar, tí politiska umhvørvið er óstøðugt í sínu veru og tín arbeiðsgevari situr í mesta lagi í 4 ár hvørja ferð.
- Nú vit arbeiða fram ímóti størri sjálvstýri mugu vit ikki bert líta frameftir, men eisini úteftir, og tað merkir, at nakrar nýggjar hurðar skulu latast upp. Og tað er í høvuðsheitum tað, Uttanlandsdeildin arbeiðir við, sigur Maiken Poulsen, sum eisini er útbúgvin ferðaleiðari.
- Í og við at vit hava fingið eina nýggja stýrisskipanarlóg og harvið eina fyrisiting, ið er meiri uppbýtt, eru málsøkini samstundis styrkt fakliga. Vit eru framvegis í eini skiftistíð og tað er altíð trupult. Men vit eiga at síggja tað soleiðis, at tað mennir okkum persónliga og fyrisitingina fakliga. Málsøkini vóru fyrr sera smábýtt, tey hóskaðu als ikki saman og tað var eitt ping-pongspæl at fáa alt at ganga upp. Eg kundi ikki hugsað mær at farið aftur til ta tíðina.
Frá glaðu 80-unum til djúpu 90-ara kreppuna
- Viðurskiftini eru broytt í allar mátar. Tá ið eg byrjaði vóru vit mitt í teimum glaðu 80-unum, tá ið alt bar til og onki var ómøguligt. Politisku flokkarnir, sum mynda leiðsluna og løgmenninir, sum sita, eru úrslit av síni samtíð. Tríggir teir størstu flokkarnir hava átt løgmann, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin. Í góðu tíðunum, tá ið alt varð útbygt, høvdu vit eina javnaðarleiðslu. Tað er ein flokkur, sum stendur fyri at býta tað fíggjarliga so væl sum møguligt til so nógv sum møguligt og tað skal ein fíggjarlig orka til. Við endan á 80-unum fingu vit bankaskrædlið og húsagangir og tá var fíggjarliga orkan ikki longur til staðar at gjara út. Tá skuldu aðrir flokkar til, sum klára at spara og skapa búskaparliga trygd og búskaparlig virði. Borgaraligu flokkarnir komu til valdið og búskaparstøðan gjørdist aftur stabil. Nú eru vit komin upp undan aftur soleiðis at vit klára at bera fíggjarligu byrðarnar, hóast vit enn ikki eru skuldarfrí.
- Fullveldistankin hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum hevði als ikki borið til við leiðsluni, sum var síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum. Tað skal ein fíggjarlig og samfelagslig orka til. Hvørja ferð leiðslan í Tinganesi skiftir, er tað eitt úrslit av samtíðini, sum er tá. Løgmenninir eiga tí at verða mettir út frá síni samtíð og teimum trupulleikum, sum eru ráðandi tá.
Harvið hevur tú ikki sagt, hvar tíni sjónarmið liggja?
- Nei, tað havi eg ikki. Tað er tað, eg skal royna at halda fyri meg sjálva. Og sjálvandi hugsi eg eitt sindur øðrvísi enn politikararnir, men tað skal ikki stýra arbeiðinum. Tú kanst brúka tað positivt við at tosa og kjakast við viðkomandi um hugburðir og spurningar, tá ið eitt uppskot er í umbúna. Áðrenn eitt uppskot verður til, er nógv korridorprát, nógv tilfar, pappír og brævasamskifti er atgongt, og tú hevur tískil møguleikan at gera tær ymsar meiningar og metingar. Løgmaður kann tí brúka mítt íkast sum eina meting hjá vanliga borgaranum. Sjálvandi eru løgmenninir ymiskir og tað er ymiskt, hvussu nógv teir lurta eftir okkum, sigur Maiken Poulsen.
Serligar umstøður
Løgmenninir, Maiken Poulsen hevur verið skrivari hjá, eru fimm menn og ein kvinna. Tá vit spyrja hana, um tað er øðrvísi at vera skrivari hjá einum løgmanni, sum er kvinna enn einum, sum er maður, er hon varin at svara, tí áðrenn henda samrøðan kom í lag legði hon eina við, at hon vildi ikki taka nakran ávísan løgmann fram um annan.
- Allir løgmenninir virka út frá teimum trupulleikum, sum teir sita í. Kvinnan, sum var løgmaður, sat í einum sera truplum tíðarskeiði við bankakrakki, húsagangi, skrædli, samanlegging, arbeiðsloysi, hópflyting og øðrum. Tað var ein serlig støða og ein serlig tíð, og kanska viðkomandi hevði handlað øðrvísi undir øðrum umstøður.
- Tað var sera hart at sita við leiðsluni tá, skattirnir vórðu hækkaðir og aðrar avgerðir tiknar, sum ikki vóru væl umtóktar millum fólk. Bara út frá hesum serligu umstøðunum kunnu vit meta hana sum løgmann, sigur Maiken Poulsen.
Og tað er sum skilst rættiliga ymiskt, hvussu løgmenn eru.
- Tað er ymiskt, hvussu teir leggja arbeiðið til rættis. Summir eru morgunmenniskju, aðrir kvøldmenniskju. Summir hava ordan í tingunum, aðrir ikki, Summir eru betri til at boða frá, hvar teir fara enn aðrir, og tá skal ein skrivari so royna at halda skila á. Tað er eitt stórt arbeiðstrýst, telefonin ringir alla tíðina, nógv brævaskifti er og samskifti úr øllum ættum. Í dag er lættari at fáa fatur á fólki enn fyrr, tí nú eru so nógvir tekniskir møguleikar at samskifta uppá. Við kunningartøknini eru kunningarkrøvini samstundis vorðin størri. Løgmaður verður í tíð og ótíð biðin um at viðmerkingar til líkt og ólíkt í fjølmiðlunum.
- Skrivarin er í grundini millumliðið millum løgmann og fjølmiðlarnar. Og tað er ymiskt, hvussu samskiftið millum løgmann og fjølmiðlarnar er. Trupulleikar kunnu verða gjørdir størri í fjølmiðlunum, enn teir í veruleikanum eru. Og ymiskt, ið átti at komið fram í fjølmiðlunum, kemur ikki fram. Fjølmiðlarnir taka nógva tíð, og so má skrivarin meta um uppgávurnar hjá løgmanni, tað hann hevur skyldu til at gera, tað sum liggur á láni og dagliga arbeiðið annars. Umframt dagligu uppgávurnar er ein undirliggjandi streymur av tyngjandi uppgávum alla tíðina. Skrivarin liggur ikki á boðunum, men út frá heildaruppgávunum verður mett, hvat er átrokandi.
Størsta talan hjá løgmanni er løgmansrøðan á ólavsøku, og tað er ein tala til tingið, sigur Maiken Poulsen, har hvør setningur verður endavendur og umrøddur. Løgmansrøðan er einasta røðan, sum hevur eina lógarásetta tíðarfreist sambært stýrisskipanarlógini,
tað er ein verulig "deadline".
Góðar og ringar royndir
Sum løgmansskrivari hevur Maiken Poulsen verið við til nógv ymiskt, uttanlandsvitjanir, serlig tiltøk her heima og annað forkunnugt. Og tað er nevniliga ein vitjan hjá løgmanni uttanlands, sum telist millum størstu upplivingarnar hjá Maiken Poulsen í løgmansskrivarastarvinum.
- Almenna vitjanin hjá táverandi løgmanni, Atla Dam, hjá Vígdis Finnbogadóttir, forseta, í Íslandi í 1988 var eitt stórt upplivilsi. Vit vóru har tjóðardagin 17. juni, vóru við í skrúðgonguni og blíðskapurin var sera, sera stórur. Vit vórðu móttikin sum um løgmaður var á jøvnum stigi sum forsetin, als eingin munur varð gjørdur. Á slíkari vitjan kemur tú í hóslag við alt sum er á hægsta stigi, undirhald, tónleik og hvørt av sínum, sum ger vitjanina til eitt minni fyri lívið.
Eisini minni góð upplivilsi hoyra til løgmansskrivarastarvið.
- Tað ringasta upplivilsið í hesum starvinum var 6. okt. í 1992, tá ið Sjóvinnubankin fór av knóranum og alt tað, sum kom í kjalarvørrinum á skrædlinum. Vit fingu bumbuhóttanir, uppringingar, grót varð kastað inn ígjøgnum vindeyguni og annað. Tað var ikki so hugaligt at arbeiða í skiftistíðini millum glaðu 80-ini og djúpu 90-ara kreppuna.
- Vit eru nú komin ígjøgnum hesa sera truplu tíðina uppá ótrúliga stutta tíð og í dag kunnu vit loyva okkum at seta størv í fyrisitingini, sum hava verið normerað, men sum ráð ikki hava verið til at sett. Og við tað at tíðin er broytt kunnu vit loyva okkum at taka onnur perspektiv við inn í fyrisitingina út um tað dagliga. Tað er tað positiva við at gongdin er vend.
Hvør er størsta avbjóðingin hjá tær fyri framman?
- Tá ið vit koma inn í nýggja árið skal eg í danska uttanríkismálaráðið at arbeiða nakrar mánaðir, hetta er ígjøgnum norðurlendska tænastumannaumbýtið. Tað er ein liður í tí, at uttanlandsmál verða raðfest høgt. Vit hava fingið fleiri umboðsráðstovur og nýggjar mannagongdir skulu skipast.
- Tá ið ein fer burtur, sær ein ymiskt við øðrum eygum og fær nýggjan íblástur. Í 1994 var eg hjá Álands Landsskapsstyrelse í slíkum umbýti. Tað er eitt land við færri íbúgvum enn í Føroyum - 25.000- , men fyrisitingin er størri og landið er ríkari. Tað er stuttligt at síggja eitt land, sum klárar seg so væl og sum er so væl skipað. Og nú skal eg so arbeiða í eini fyrisiting sum er upp aftur nógv størri. Støddin er ikki altavgerandi, tí fortreytirnar viðvíkjandi lógarverki, mentan, hugsunarhátti o.ø. eru líkar teimum donsku. Og tað er rættiliga spennandi, sigur Maiken Poulsen at enda í viðtali.