Jólaboðskapurin og bestu mannavirðini

NÚ vit steðga á eina løtu og minnast jólaboðskapin um frið á jørð og í menniskjum góður tokki er rætt at minnast til nøkur av teimum bestu virðunum, sum finnast, virði, sum m.a. eisini finnast í Yvirlýsingini um Mannarættindini, sum í ár hevur 50 ár á baki, virði um mannarættindi, um sínamillum virðing, um toleransu og um sosialan atburð.

HESI jólini verða tey næstseinastu, nú áðrenn vit fara inn í eina nýggja øld - eitt nýtt ártúsund.


HENDA øldin hevur ikki júst livað upp til jólaboðskapin um frið á jørð. Tað hava verið tvey heimskríggj, sum hava týnt milliónir av mannalívum, og í kjalarvørrinum á teimum hava vit hava kalda kríggið, sum hevur verið orsøkin til ótald brot á vanligu mannarættindini. Her verður ikki minst hugsað um kollveltingarnar eystan fyri og ræðustýrini har.


HÓAST tað eru meira enn 50 ár síðani, at seinna heimskríggj endaði, so hava hesi fimti árini kortini verið merkt av kríggjum millum einstøk lond, innanhýsis borgarkríggi í mongum londum fyri ikki at tala um tey mongu brot á mannarættindini, sum eru og verða gjørd kring allan knøttin nærum hvønn dag.


VIT í sokallaða siviliseraða vesturheiminum hava lyndi til bara at peika at øðrum og gloyma at hyggja kring okkum sjálvi. Tað er rætt nú jólini nærkast, og vit enn einaferð verða mint á jólaboðskapin, eisini at taka í egnan barm. Júst í ár eru 50 ár liðin, síðani ein annar boðskapur, um tú kanst kalla hann so, nevniliga Yvirlýsingin um Mannarættindini varð undirskrivaður. Ein kann siga, at nettup boðskapurin í hesi yvirlýsing millum flest allar heimsins tjóðir, er júst reyði tráðurin í jólaboðskapinum: friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Hetta kann sjálvandi tulkast á ymsan hátt, og er tað eisini nettup ein partur av jólaboðskapinum, hóast hann er tann eini og sami, at vit tó kunnu leggja í hann so mangt, sum snýr seg um sínamillum virðing millum menniskju, hvørji hesi enn eru, hvar hesi enn búgva og hvat tey enn gera.


TAÐ er vón okkara, nú jólini eru í hondum, og nú tað nærkast einum nýggjum ártúsund - at menniskju kring allan heim - vera betur før fyri at virða hvør annan og liva í sátt og semju - friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Nettup henda øldin, sum nú er við at fara aftur um bak, hevur víst seg at vera so fátøkk uppá so mong av teimum so týðandi og grundleggjandi virðunum hjá mannaættinini, nevniliga næstrakærleika, virðingini hvør fyri øðrum, toleransuni og so hetta við tí sosiala, at hjálpa og stuðla hvør øðrum. Latið okkum við jólaboðskapinum í huganum minna hvør annan á hesi góðu virði. Latið okkum virða hvør annan sum sjálvan seg. Sosialurin ynskir við hesum øllum Føroya fólki gleðilig jól.