yvir hvussu árið í fjør hilnaðist. Í Vestmanna kommunu hava tey eina orsøk at fegnast, tí inntøkurnar frá kommunuskattinum hækkaði. Samlað sæð varð talan um eina hækking á 3,77 prosent. Í 2014 fekk kommunan [...] kommunan nevniliga 37.632.554 krónur í inntøkum frá skattinum, meðan hon í 2015 kundi vísa á eina inntøku á 39.050.023. Sostatt er talan um eina hækking á 1.417.469 krónur.
dagarnar 400 tons í einum háli. Skipini eru komin aftur av túri í dag, og sum skilst hevði Fram, sum eisini hevur kølitangar, alla veiðina umborð hjá sær. In.fo frættir, at skipini høvdu verið úti í einar tríggjar [...] og at hesi 400 tonsini vórðu øll fingin í einum háli. Makrelurin, sum Fram og Steintór fingu á hesum túrinum, skal eftir hvat skilst pakkast og frystast í Vestmanna.
Í gjárakvøldið vóru nógv fólk savnaði á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Kringvarpið skipaði fyri at taka upp eina "Also" sending við áhoyrarum. Panelið varð mannað við Duritu Nolsøe, Hendriki Old og Andrassi [...] gjørdi eina reportasju, har hann m.a. tosaði við Hendrik Old. Í reportasjuni hoyra vit ein lítlan part av sendingini, sum kemur í Kringvarpið í morgin klokkan 10. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr reportasjuna
fleiri ferðsluvanlukkur, har ung fólk hava verið við. Fjølmiðlarnir hava í fleiri førum viðgjørt evnið, og á Staðnum í Vestmanna vilja tey eisini vera við til at varpa ljós á trupulleikar. Tiltakið hóskvøldið [...] tíðina. Eisini fer Beinta Henriksen at greiða frá, hvussu tað hevur ávirkað hana at missa beiggja sín í ferðsluvanlukku.
við verkætlanina Sig frá. Mikukvøldið 26. februar klokkan 19.30 verður fundur hildin í Miðhøllini í Vestmanna Skúla, og øll eru hjartaliga vælkomin. [...] harðskapi í føroyskum familjum. Á fundunum lýsa serfrøðingar, hvussu harðskapur skaðar okkara nærumhvørvi, og greitt verður frá, hvussu harðskapur best verður steðgaður. Fundirnir verða hildnir í sambandi
ni í dag segði Villy Søvndal, danskur uttanríkisráðharri, at hann á fundi við løgmann hevði bjóða føroyingum innivist á donsku sendistovuni í Moskva. Fundurin millum løgmann og Villy Søvndal var í Vestmanna [...] Vestmanna, og á skránni var m.a. makrelósemjan og ynski um føroyskan limaskap í WTO. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera samskiftið millum donsku stjórnina og landsstýrið á uttanríkis- [...] og trygdarpolitiska økinum, og hvussu Føroyar fáa betri møguleika at røkja egin áhugamál í millumtjóða felagsskapum. Niðanfyri hoyrist samrøða við Villy Søvndal.
Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti tann fyrra av tveimum heimadystum í EM-undankappingini. Mótstøðuliðið í høllini á Hálsi í Havn í kvøld verður Kekkia. Sjúrður H. Hoydal [...] til høllini á Hálsi klokkan 19.15. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. Samrøður við venjara og spælarar koma út á in.fo seinni í kvøld. Øll kunnu hoyra FM1 HER
Fyrrapartin vitjaði Margretha drotning í Heiminum á Grønanesi í Vestmanna, og har vóru tey sum vera man spent at taka ímóti drotningini. Margretha drotning gav sær góðar stundir at heila upp á tey eldru [...] vildi hon eisini vísa fyri drotningini. Niðanfyri ber til at síggja myndir, sum Finnur Justinussen tók í Heiminum á Grønanesi.
seinnapartin í gjár, teir eru báðir fullfermdir. Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava havt stak góðan fiskiskap, teir royndu bara í 3 døgn, teir hava tilsamans 245 tons. Eysturbúgvin landar í Runavik og V [...] Vesturbúgvin landar í Vestmanna, báðir landa mánamorgunin. Um skipini fara aftur til fiskiskap mánadagin, er enn ikki greitt. Annars ljóðar at Tavan í Leirvík, sum arbeiðir gulllaks, bara tekur ímóti gulllaksi [...] gulllaksi eina viku afturat, tí teir tá hava fingið nokk til sølsáttmálan í ár.
royndir í ymiskum størvum í bankavinnuni og seinni sum roknskaparfólk hjá Heimatænastuni í VEKS. Seinastu nógvu árini hevur hann eisini verið virkin í valnevndum og ítróttar- og áhugafelagsskapum í heimbygdini [...] og gleði meg at gerast partur av umsitingini og harvið verða við til at arbeiða fyri borgarunum í Vestmanna, sigur Sámal Joensen