Á tíðindafundi á Løgmansskrivstovuni í dag segði Villy Søvndal, danskur uttanríkisráðharri, at hann á fundi við løgmann hevði bjóða føroyingum innivist á donsku sendistovuni í Moskva.
Fundurin millum løgmann og Villy Søvndal var í Vestmanna, og á skránni var m.a. makrelósemjan og ynski um føroyskan limaskap í WTO. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera samskiftið millum donsku stjórnina og landsstýrið á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, og hvussu Føroyar fáa betri møguleika at røkja egin áhugamál í millumtjóða felagsskapum.
Niðanfyri hoyrist samrøða við Villy Søvndal.