Fyrrapartin vitjaði Margretha drotning í Heiminum á Grønanesi í Vestmanna, og har vóru tey sum vera man spent at taka ímóti drotningini.
Margretha drotning gav sær góðar stundir at heila upp á tey eldru fólkini, og hon fekk gott prát við eitt nú Mariu á Heygum, sum eisini leyp á sjógv, eftir at hon hevði prátað við drotningina. Maria hevur alt sítt lív íðkað sjósvimjing, og tað vildi hon eisini vísa fyri drotningini.
Niðanfyri ber til at síggja myndir, sum Finnur Justinussen tók í Heiminum á Grønanesi.