Góður stemningur til "Also" í Vestmanna

(Ljóðbrot) Hoyr reportasju frá tiltakinum, tá sendingin "Also" varð tikin upp á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna

Í gjárakvøldið vóru nógv fólk savnaði á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Kringvarpið skipaði fyri at taka upp eina "Also" sending við áhoyrarum. 

 

Panelið varð mannað við Duritu Nolsøe, Hendriki Old og Andrassi Sólstein, og orðstýrari varð Solby Christiansdóttir.

 

Birgir Waag Høgnesen hjá Miðlahúsin var á staðnum, og gjørdi eina reportasju, har hann m.a. tosaði við Hendrik Old. Í reportasjuni hoyra vit ein lítlan part av sendingini, sum kemur í Kringvarpið í morgin klokkan 10.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr reportasjuna hjá Birgiri Waag Høgnesen.