Nú 2015 er farið afturum, ber til hjá kommunum og øðrum at gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir hvussu árið í fjør hilnaðist.
Í Vestmanna kommunu hava tey eina orsøk at fegnast, tí inntøkurnar frá kommunuskattinum hækkaði. Samlað sæð varð talan um eina hækking á 3,77 prosent.
Í 2014 fekk kommunan nevniliga 37.632.554 krónur í inntøkum frá skattinum, meðan hon í 2015 kundi vísa á eina inntøku á 39.050.023. Sostatt er talan um eina hækking á 1.417.469 krónur.

Hálvonnur millión meira í skatti





