400 tons av makreli í einum háli

Trolararnir, Fram og Steintór, sum hava partrolað eftir makreli, fingu um dagarnar 400 tons í einum háli.

Trolararnir, Fram og Steintór, sum hava partrolað eftir makreli, fingu um dagarnar 400 tons í einum háli.

 

Skipini eru komin aftur av túri í dag, og sum skilst hevði Fram, sum eisini hevur kølitangar, alla veiðina umborð hjá sær.

 

In.fo frættir, at skipini høvdu verið úti í einar tríggjar dagar, tá tað eydnaðist at raka við makrel, og at hesi 400 tonsini vórðu øll fingin í einum háli.

 

Makrelurin, sum Fram og Steintór fingu á hesum túrinum, skal eftir hvat skilst pakkast og frystast í Vestmanna.