Hetta verður gjørt, nú vit seinastu tíðina hava upplivað fleiri ferðsluvanlukkur, har ung fólk hava verið við. Fjølmiðlarnir hava í fleiri førum viðgjørt evnið, og á Staðnum í Vestmanna vilja tey eisini vera við til at varpa ljós á trupulleikar.
Tiltakið hóskvøldið byrjar klokkan 20, og har fer Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur, at greiða frá sínum arbeiði og hvørjum hann hevur verið úti fyri hesa seinastu tíðina.
Eisini fer Beinta Henriksen at greiða frá, hvussu tað hevur ávirkað hana at missa beiggja sín í ferðsluvanlukku.










