Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.
Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens taptu í Forum Horsens tepurt 26-27 fyri Sønderjyske, ið var á odda 16-13 í steðginum.
Maria skoraði fýra mál upp á seks málmøguleikar, og hon legði upp til eitt mál (assist).
Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Rakul Wardum, Ringkøbing tapti á útivølli tepurt 28-29 (12-14) fyri Silkeborg-Voel.
Rakul kom til orðanna í dag. Stephanie Christensen vardi málið allan dystin. Rakul slapp bara eina ferð á vøllin í samband við eitt brotskast hjá Silkeborg-Voel.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | Team Esbjerg | 13 | 25 |
| 2 | Odense Håndbold | 13 | 24 |
| 3 | NFH | 13 | 22 |
| 4 | Viborg | 13 | 18 |
| 5 | Ikast | 13 | 18 |
| 6 | Keypmannahavn | 13 | 16 |
| 7 | Silkeborg-Voel | 13 | 11 |
| 8 | Sønderjyske | 13 | 9 |
| 9 | EH Aalborg | 13 | 8 |
| 10 | Horsens | 13 | 8 |
| 11 | Ringkøbing | 13 | 7 |
| 12 | HØJ | 12 | 6 |
| 13 | Bjerringbro | 13 | 5 |
| 14 | Skanderborg | 12 | 3 |











