Sig frá - í Vestmanna

Almannamálaráðið skipar nú aftur fyri al­mennum fundum kring land­ið, har kunnað verð­ur um arbeiðið at steðga harðskapi í før­oysku­m familjum.
Á fundunum lýsa ser­frøð­ingar, hvussu harð­skap­ur skaðar okkara nærumhvørvi, og greitt verður frá, hvus­su harðskapur best verður steðgaður.
Fundirnir verða hildn­ir í sambandi við verk­ætlan­ina Sig frá.
Mikukvøldið 26. febru­ar klokkan 19.30 verð­ur fundur hildin í Mið­høll­ini í Vestmanna Skúla, og øll eru hjarta­liga vælkomin.