skora, og at fáa eitt gult kort. Í 63. minutti var Jóan Símun spældur fríur av Mikkel Dessler, og føroyski landsliðsframherjin sveik ikki álitið, men setti bóltin trygt í málið. Tá skoraði hann til 2-0. Jóan [...] gongur væl hjá Jóan Símuni Edmundssyni og liðfeløgunum í OB. Í kvøld vann OB á heimavølli í dysti í donsku superliguni 4-0 á AaB. Ein sigur, sum lyftir OB uppá 25 stig, og hava fjónbúgvarnir nú tvey stig niður [...] 4-0 í 81. minutti. Jóan Símun fór framvið AaB-málverjanum, og setti bóltin trygt í málið til 4-0. Casper Nielsen legði OB á odda í 27. minutti, og 3-0 málið skoraði svenski Rasmus Jönsson, tá 68 minuttir
regni, men seinni út á dagin klárnar í. Um kvøldið og um náttina verður skýggjað við sirmi og mjørka og regnælum. Hitin alt døgnið fer at liggja millum fimm og tíggju stig. Sunnudagin verður eitt andøvsgul [...] veksur hann vindur upp í hvassan vind ella strúk, 15-20 m/s, ið seinni minkar. Tað verður skiftandi skýloft við ælum. Hitin fer at liggja millum fimm og tíggju stig. Leygardagin verður strúkur í vindi, 8-13 [...] andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og suðri, 8-13 m/s, sum út á dagin veksur upp í skrið, 13-18 m/s. Skýggjað við møguleika fyri regni. Hitin fer at liggja um 10 stig.
bæði Firvaldur og Fiskurin fult stigatal í FM kappingini. Avbjóðararnir hjá Fiskinum vóru Ternan hjá róðrarfelagnum á Glyvrum og Fípan Fagra úr Klaksvík. Kappingin teirra millum var stór og tøtt. Tað var [...] manningarnar í barnaróðrinum. Fyri løtu síðani vunnu genturnar av Tvøroyri og Firvaldur gentukappingina fyri triðju ferð, og nú vann Fiskurin úr Vági við dreingjum kappingina í barnaróðrinum. Hetta var [...] var minni enn eitt hálvt sekund millum hesar báðar bátarnar. Frá Ternuni og næstfremsta plássi var tað meiri enn ein hálv bátslond – umleið hálvtannað sekund – fram til Fiskin. 1 Fiskurin 02.45.38 2 Ternan
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Brynju Høj beinleiðis á Rás2 aftaná føroyska kvinnulandsliðið hevði tapt 20-29 (10-18) ímóti Eysturríki í tí triðja HM-undan [...] Føroyar tapt 19-21 ímóti Makedonia og 16-24 ímóti Íslandi. Brynja Høj staðfestir, at eysturríkska liðið hevði nakrar leikarar, sum vóru betri fyri likamliga enn tær føroysku, og vóru eisini betri samanspældar [...] verið ein gularót til hana og aðrar kvinnur um at venja harðari fyri at kunna gerast partur av landsliðnum. Brynja Høj heldur, at Kristianna Henneberg Joensen og Pernille Brandenburg, sum báðar eru av
einari hædd og tekur seg út sum smáir og hugnaligir býlingar við 41 stigum halli á tekjuni. Hann sigur, at arbeiðið hevur gingið væl. Teir hava smíðað timburelementini í høllini í Lopra og hava síðan koyrt [...] eingin mótkoyrandi ferðsla er, og tí noyðist onkur at standa Hvalbiarmegin og steðga bilum, sum ætla sær í tunnilin, meðan flutningurin er. - Vit skulu soleiðis hava einar 20 kranabilar við elementum ígjøgnum [...] Herman S. Olsen leggur aftrat, at nú er bert ein lítil triðingur av barnagarðinum eftir at seta upp, og tað gongur ikki long tíð, til reisigildið verður í Hvalba.
er seljari, og hevur gjørt av at bjóða 7.000 tons av makrelkvotu út á uppboðið. Minstiprísurin er settur at verða 25 oyru fyri hvørt kilo, og merkir hetta at í minsta lagi koma 1 millión og 750 túsund krónur [...] uppboðssøluni, og hvussu henda fer fram. Kvoturnar, sum verða seldar, eru ymsar til støddar, úr 5 tonsum upp í 400 tons. Hetta er fyrsta uppboðssølan av fleiri, sum verða. Tilsamans skulu 20.000 tons seljast [...] makrelkvotu. Tað eru eigarar av fiskifari undir Føroyskum flaggi, sum kunnu skrásetast sum keyparar og bjóða uppá makrelkvotu á uppboðssøluni, upplýsir Fiskamarknaður Føroya, sum stendur fyri uppboðssøluni
við trummurnar, Kim Hansen á ljómborð og guitaranum tekur Eyðun M. Hansen sær av. Edvard sjálvur syngur og spælir kontrabass. Konsertin verður í Perluni í Tórshavn og teknikkinum tekur Jóhannes Steingrund [...] persónligu sangir. Á henni eru nýskrivaðir sangir, harav nakrir hava verið at hoyrt í utvarpinum, og nú verður fyrsta almenna framførsla av sangunum. Tónleikararnir á konsertini eru flestu teir somu sum [...] Steingrund sær av. Hann hevur eisini ráðgivið um, hvussu Perlan akkustiskt er best til hetta høvi, og serlig stig eru tikin til at fáa uppaftur betri ljóðviðurskifti til hesa konsertina. Millum annað er læntar
eigur og rekur Harley Davidson handilin, sigur, at fólk generelt eru vorðin meira tilvitað um at hava aktiv frítíðarítriv, har bæði maður kona kunnu njóta góðar upplivingar á føroysku vegunum og í náttúruni [...] Harley Davidson var mest selda motorsúkkla í Føroyum í 2009 eins og higartil í ár. At koyra Harley er fyri tey flestu ein lívsstílur og ein kensla av at hoyra til ein heimsumfatandi felagsskap. Heimsins [...] Harley felagsskapinum www.HDC.FO eru í dag 66 limir, sum skipa fyri túrum, upplivingum og felagstilkøkum bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Ove Ritter frá Harley Davidson í Føroyum.
Talan er um Real Madrid og Barcelona. Fyrstu vikurnar av kappingini hevur Valencia tó lagt seg á odda, men hetta vikuskiftið broytist alt til tað gamla aftur. Real Madrid og Barcelona liggja aftur fremst [...] fremst. Valencia var á vitjan á Nou Camp í Barcelona og kundi við hepni verið á oda við tveimum í hálvleikinum. Fyrst legði Pablo Valencia á odda og løtu seinni hevði hann ein 100% møguleika, meðan Victor [...] avgjørdi dystin. Real Madrid var á vitjan hjá Málaga og vann trygt. Fyrst legði Gonzalo Higuaín Real á odda áðrenn Cristiano Ronaldo økti til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki økti
var um dyst nummar 20 á rað hjá Barcelona á útivølli uttan tap í Primera Liga. Stutt aftaná dysturin millum Valencia og Barcelona var liðugur fekk Pep Guardiola nógva pínu í ryggin, og hann var stundisliga [...] spælarum leiðbeiningar, og gjørdi tað bara ilt verri hjá honum. Sjálvt um Barcelona hevur tvær týðandi uppgávur á skránni komandi dagarnar, fyrst Zaragoza í sponsku La Liga leygardagin, og Arsenal í Champions [...] frættist einki um nær Pep Guardiola verður útskrivaður, og kann byrja uppá fyrireikingarnar aftur. Tito Vilanova er hjálparvenjari hjá Pep Guardiola, og kann tað enda við, at hann má standa við endan til hesar