Real og Barca aftur á odda

Um stigatalvan í fjør er nakað at tað støðu í, so eru tað bara tvey lið, ið kunnu vinna La Liga í ár. Talan er um Real Madrid og Barcelona. Fyrstu vikurnar av kappingini hevur Valencia tó lagt seg á odda, men hetta vikuskiftið broytist alt til tað gamla aftur. Real Madrid og Barcelona liggja aftur fremst.

 

Valencia var á vitjan á Nou Camp í Barcelona og kundi við hepni verið á oda við tveimum í hálvleikinum. Fyrst legði Pablo Valencia á odda og løtu seinni hevði hann ein 100% møguleika, meðan Victor Valdés í Barcelona málinum bjargaði. Í seinna hálvleiki javnaði Andrés Iniesta áðrenn Barcelona liðskiparin, Carlos Puyol, avgjørdi dystin.

 

Real Madrid var á vitjan hjá Málaga og vann trygt. Fyrst legði Gonzalo Higuaín Real á odda áðrenn Cristiano Ronaldo økti til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki økti Ronaldo aftur, hesa ferð uppá brotsspark, áðrenn danin Kris Stadsgaard minkaði um munin. Gonzalo Higuaín staðfesti sigurin løtu seinni.

 

Real Madrid hevur 17 stig fyri sjey dystir, meðan Barcelona og Valencia hava 16 stig. Barcelona