Hundrað Harley seldar í Føroyum

Mánadagin 20. september 2010 kom Harley Davidson súkkla nummar 100 í land í Havn. Talan er um eina Dyna Super Glide Custom, sum er nummar 100 í røðini av Harley Davidson motorsúkklum í Føroyum, síðan innflutningurin av súkklunum byrjaði í 1995.

Sølan av motorsúkklum er vaksin nógv í Føroyum seinastu árini, serliga eftir at skrásetingargjaldið á motorsúkklum lækkaði í 2006. Ove Ritter, sum eigur og rekur Harley Davidson handilin, sigur, at fólk generelt eru vorðin meira tilvitað um at hava aktiv frítíðarítriv, har bæði maður kona kunnu njóta góðar upplivingar á føroysku vegunum og í náttúruni. Harley Davidson var mest selda motorsúkkla í Føroyum í 2009 eins og higartil í ár.

At koyra Harley er fyri tey flestu ein lívsstílur og ein kensla av at hoyra til ein heimsumfatandi felagsskap. Heimsins størsti MC-felagsskapur www.HOG.dk telur yvir eina millión limir. Í føroyska Harley felagsskapinum www.HDC.FO eru í dag 66 limir, sum skipa fyri túrum, upplivingum og felagstilkøkum bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Ove Ritter frá Harley Davidson í Føroyum.