Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.
Í august vóru 298 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 4 færri enn august í fjør.
353 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 33 færri enn í sama mánað árið fyri.
Í august vóru 130 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 46 færri samanborið við sama mánað í fjør.
Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 110, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.
223 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 13 fleiri enn í august í fjør. Arbeiðsloysið hjá teimum var 1,1 prosent við 188 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentstig hægri samanborið við sama mánað árið fyri.
Lesið meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.











