Vit hava fingið myndina sendandi úr Grønlandi

Næstan 500 fólk eru heimleys í Grønlandi

- Tað eru nógvir borgarar, sum sova í trappuuppgongdum, tjøldum ella undir øðrum óhóskandi umstøðum, bæði í Nuuk, við strendurnar og í bygdunum, sigur grønlendskur landstingslimur

Vit hava fingið myndina sendandi úr Grønlandi

Tey heimleysu í Grønlandi verða av og á tikin fram í sonevndum grein 37 fyrispurningum í landstinginum, og í Sermitsiaq í løtuni er grein um fyrispurning og svar í einum slíkum máli.

 

Her er tað landstinglimurin, Jens Napaattooq, sum spyr landsstýrismannin í sosilum málum, Bentiaraq Ottosen, um nøkur ætlað átøk eru framd, sum hava bøtt um støðuna hjá heimleysum.

 

Sum skilst, hava fleiri mál verið sett út í kortið, men sum skilst, er lítið komið burturúr higartil, og tískil eru framvegis nógv heimleys í Grønlandi.

 

Sambært Sermitsiaq vísti ein kanning í 2022, at tilsamans 491 fólk vóru heimleys kring um í landinum, 356 menn og 135 kvinnur.

Í januar í 2023 var átakið - "Øll hava rætt til eitt gott lív" - sett á skinnaran, men sambært svarinum hjá landsstýrismanninum er ikki líkt til, at átakið hevur verið nóg munagott.

 

- Hóast hetta átak uppliva vit framvegis, at tað eru nógvir borgarar, sum sova í trappuuppgongdum, tjøldum ella undir øðrum óhóskandi umstøðum, bæði í Nuuk, við strendurnar og í bygdunum.

 

Landstinglimurin, Jens Napaattooq, vísir á, at nú veturin liggur fyri framman veksur vandin eisini fyri, at fólk kunnu koma illa fyri í kuldanum.

 

Tí vil landstingslimurin hava at vita, hvussu landsstýrið vil tryggja, at átøkini móti heimloysi í Grønlandi kunnu røkka um alt landið.

 

Lesið eisini - https://www.sermitsiaq.ag/samfund/den-kolde-tid-er-pa-vej-naesten-500-er-hjemlose/2288162

 

 

 


 

 

Vit hava fingið myndina sendandi úr Grønlandi