Guardiola er endaður á sjúkrahúsi

Óvist er nær Barcelona-venjarin verður útskrivaður aftur Í gjárakvøldið var Pep Guardiola, høvuðsvenjari saman við FC Barcelona í Valencia, tá lið hansara setti eitt søguligt spanskt fótbóltsmet. Talan var um dyst nummar 20 á rað hjá Barcelona á útivølli uttan tap í Primera Liga.

 

Stutt aftaná dysturin millum Valencia og Barcelona var liðugur fekk Pep Guardiola nógva pínu í ryggin, og hann var stundisliga innlagdur á eitt sjúkrahús í Valencia til kanningar.

 

Sambært spanska blaðnum ?Sport? hevur Pep Guardiola havt pínu í rygginum í longri tíð. Í gjárakvøldið var Pep Guardiola í gongd alla tíðina meðan dysturin var í gongd, fyri at geva sínum spælarum leiðbeiningar, og gjørdi tað bara ilt verri hjá honum.

 

Sjálvt um Barcelona hevur tvær týðandi uppgávur á skránni komandi dagarnar, fyrst Zaragoza í sponsku La Liga leygardagin, og Arsenal í Champions League kappingini týskvøldið, so frættist einki um nær Pep Guardiola verður útskrivaður, og kann byrja uppá fyrireikingarnar aftur.

 

Tito Vilanova er hjálparvenjari hjá Pep Guardiola, og kann tað enda við, at hann má standa við endan til hesar báðar týðandi uppgávurnar hjá tí katalanska stórliðnum.