TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Brynju Høj beinleiðis á Rás2 aftaná føroyska kvinnulandsliðið hevði tapt 20-29 (10-18) ímóti Eysturríki í tí triðja HM-undankappingardystinum. Áður hava Føroyar tapt 19-21 ímóti Makedonia og 16-24 ímóti Íslandi.
Brynja Høj staðfestir, at eysturríkska liðið hevði nakrar leikarar, sum vóru betri fyri likamliga enn tær føroysku, og vóru eisini betri samanspældar.
Brynja Høj heldur tó, at hon og liðfelagarnar hava gjørt sítt ítarsta í hesi HM-undankappingini, sum stóran týdning fyri føroyskan kvinnuhondbólt. Brynja Høj slær fast, at hendan kappingin hevur verið ein gularót til hana og aðrar kvinnur um at venja harðari fyri at kunna gerast partur av landsliðnum.
Brynja Høj heldur, at Kristianna Henneberg Joensen og Pernille Brandenburg, sum báðar eru av føroyskari ætt hava verið ein góður styrkur hjá føroyska liðnum. Brynja Høj minnir tó á, at føroyska liðið er rakt av nógvum skaðaavboðum, so tað hevur verið tungt hjá føroyska liðnum, men tær hava gjørt sítt ítarsta.










