Edvard Nyholm Debess Á Leið

Ímillum fløguútgávurnar hesa seinastu tíðina, er fløgan hjá Edvard Nyholm Debess - Á Leið.

 

Hetta er ein fløga, har bassleikarin syngur sínar egnu, persónligu sangir. Á henni eru nýskrivaðir sangir, harav nakrir hava verið at hoyrt í utvarpinum, og nú verður fyrsta almenna framførsla av sangunum.

 

Tónleikararnir á konsertini eru flestu teir somu sum á fløguni. Teir eru Finnur Hansen á klaver, Rógvi á Rógvu við trummurnar, Kim Hansen á ljómborð og guitaranum tekur Eyðun M. Hansen sær av. Edvard sjálvur syngur og spælir kontrabass.

 

Konsertin verður í Perluni í Tórshavn og teknikkinum tekur Jóhannes Steingrund sær av.

 

Hann hevur eisini ráðgivið um, hvussu Perlan akkustiskt er best til hetta høvi, og serlig stig eru tikin til at fáa uppaftur betri ljóðviðurskifti til hesa konsertina. Millum annað er læntar steinullsballir frá Balslev at dempa við.

 

Tónleikurin er øðrvísi enn nógv av hinum tónleikinum Edvard er kendur fyri, og kann hann mest metast sum lættari singer/songwriter-tónleikur, við tekstum sum snúgva seg um lívsviðurskifti sum nógv fólk kunnu kenna seg sjálvan aftur í.

 

Konsertin verður í Perluni leygarkvøldið klokkan 20.