Tað gongur væl hjá Jóan Símuni Edmundssyni og liðfeløgunum í OB.
Í kvøld vann OB á heimavølli í dysti í donsku superliguni 4-0 á AaB. Ein sigur, sum lyftir OB uppá 25 stig, og hava fjónbúgvarnir nú tvey stig niður til Esbjerg, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni.
Jóan Símun Edmundsson var sera eyðsýndur í kvøld. Hann megnaði bæði at skora, og at fáa eitt gult kort. Í 63. minutti var Jóan Símun spældur fríur av Mikkel Dessler, og føroyski landsliðsframherjin sveik ikki álitið, men setti bóltin trygt í málið. Tá skoraði hann til 2-0. Jóan Símun skoraði eisini til 4-0 í 81. minutti. Jóan Símun fór framvið AaB-málverjanum, og setti bóltin trygt í málið til 4-0.
Casper Nielsen legði OB á odda í 27. minutti, og 3-0 málið skoraði svenski Rasmus Jönsson, tá 68 minuttir vóru farnir av dystinum.
Seint í fyrra hálvleiki fekk Jóan Símun gult kort fyri at steðga einum álopi hjá AaB á ólógligan hátt. 3.962 áskoðarar vóru til superligadystin í Odense í kvøld.