Smíða elementini eftir tunlinum

- Vit skulu hava einar 20 kranabilar við elementum ígjøgnum Hvalbiartunnilin, sigur Herman S. Olsen hjá SH-Bygg.

Herman S. Olsen hjá SH-Bygg, sum stílar fyri arbeiðnum at byggja barnagarðin í Hvalba, sigur, at bygningurin verður bygdur í einari hædd og tekur seg út sum smáir og hugnaligir býlingar við 41 stigum halli á tekjuni.

 

Hann sigur, at arbeiðið hevur gingið væl. Teir hava smíðað timburelementini í høllini í Lopra og hava síðan koyrt tey til Hvalbiar í egnum kranabili, her teir hava sett elementini upp.

 

- Tá Hvalbiartunnilin er so trongur, hevur verið neyðugt at smíðað elementini í stødd, soleiðis at tey kunnu flytast á kranabili gjøgnum tunnilin til Hvalbiar.

 

Herman S. Olsen sigur, at tá slíkur flutningur er, er neyðugt, at eingin mótkoyrandi ferðsla er, og tí noyðist onkur at standa Hvalbiarmegin og steðga bilum, sum ætla sær í tunnilin, meðan flutningurin er.

 

- Vit skulu soleiðis hava einar 20 kranabilar við elementum ígjøgnum Hvalbiartunnilin.

 

Herman S. Olsen leggur aftrat, at nú er bert ein lítil triðingur av barnagarðinum eftir at seta upp, og tað gongur ikki long tíð, til reisigildið verður í Hvalba.