Óla Hans var føddur í Havn, og her búði hann, inntil hann saman við mammuni og tveimum systkjum flutti til Skálavíkar, har mannan giftist Hermani Petersen. Tá var hann seks ára gamalur. Foreldrini hjá [...] Eftir at hann sum fjúrtan ára gamal var farin úr skúlanum, var Óla Hans sjómaður í tíggju ár. Hann var í tvey ár á Flemmish Cap við Kvikki, sum Palli Mikkelsen, Palli í Gøtu, í Klaksvík, førdi, hann var onkrar [...] halda fram á tí leiðini, gjørdist hann álvarsliga sjúkur í høvdinum. Hann var á Ríkissjúkrahúsinum og Landssjúkrahúsinum, og hann kom fyri seg aftur. Síðani 1986 hevur Óla Hans arbeitt á Toll og Skattstovu
sigur - sitat: »Tað hevur víst seg fyri Johan Dahl, at hann ikki fær vinnuvirksemi sítt í Vági at hanga saman, uttan at tað almenna flytur fisk fyri hann ímillum Kollafjørð og Havnina. Í Suðuroynni og [...] til Suðuroyar, Sandoyar og Kalsoyar. At Johan Dahl saman við nógvum ørðum rekur vinnuvirksemið í Suðuroynni og hevur gjørt tað í mong ár, tí Johan Dahl og nógvir arðir framhaldandi trúgva upp á, at tað [...] Johan Dahl løgtingsmaður At undirritaði gongur inn fyri privatisering og lækkan av skattinum er ongin loyna. Tað at skatturin bleiv lækkaður samsvarandi tí, sum Sambandsflokkurin mælti til upp til seinasta
Evald Rasmussen, sum kom fyrstur út til Nólsoyar. Hann brúkti 1 tíma og 20,54 sekund um teinin, og tað var slakar fýra minuttir skjótari enn Gunnar Dahl Olsen. Hini trý fólkini, sum svumu til Nólsoyar,
sigur Andreas. Andreas brast inn á kamarið hjá manninum og greiddi honum frá støðuni. - Hann lá enn og svav, tá ið eg kom inn. Hann gjørdi sera skjótt av, tá ið eg segði honum, at eldur var í. Hann tók [...] væl yvir tilburðin. Andreas er sera lítilátin og dámar ikki at gera so nógv burturúr sær sjálvum. Men tá ið hann ikki sjálvur vil reypa um bragdið hjá sær, mugu onnur gera tað fyri hann. Norska bjargingartænastan [...] tann førleikin kom væl við, tá ið eldur kom í verksmiðjuna, sigur Andreas. Andreas er umborð á Havborg, har ið teir gera skipið í stand. Hann ætlar sær við aftur, tá ið trolarin fer í fiskislap aftur.
Fyrst myrdi hann sína fyrrverandi vermóður, ta 57 ára gomlu Lindu Lambesis. Síðani setti hann seg í bilin og koyrdi til skúlan, har fyrrverandi unnustan er lærari. Tá hann ikki fann hana, skeyt hann starvsfelaga [...] Christopher til eitt íbúðarøki, har hann særdi ein vinmann, tann 26 ára gamla Chad Johansen. Síðani vendi hann byrsuni ímóti sær sjálvum, men hóast hann skeyt tvær ferðir, doyði hann ikki. Løtu seinni kom løgreglan [...] Williams gjørdist frá sær sjálvum, tá hann fekk krakk frá unnustuni. Amerikanarin Christopher Williams gjørdist púra frá sær sjálvum, tá unnusta hansara, Andrea Lambesis, segði honum, at nú var liðugt
Leygardagin 26. august verður Jákup Andreas Joensen á Eiði, 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. 80 ár 25. august verður Kaj Christiansen, Tórshavn, 80 ár. hann er burturstaddur føðingardagin. 90 [...] Brúdleyp Leygardagin 26. august kl. 15.00 giftast í Leirvíkar kirkju Sonja Eliasen, Leirvík og Hans í Kálvalíð Hansen, Miðvágur. Veitslan verður fyri innboðin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. L
eru vit meira umberandi fyri manninum, tí hann er so raskur. Men kunnu menn ikki somuleiðis koma í trupulleikar við slatri og illhugsanum um, hvat hann ger, tá hann er burtur? - Jú, men ikki í líka stóran [...] ofra seg og at vera meira fleksibul. Orðini eigur sexologurin, Karin Dahl, sum dagliga fæst við at vegleiða kvinnur og menn. Karin Dahl, heldur, at eitt parlag, har maðurin siglir, verður sett í eina roynd [...] Nógvar sjómanskvinnur vilja vera við, at tær eru í song saman við manninum hjá sær »nonstop«, meðan hann er heima. Hesum ivast Karin í: - Tað ber av praktiskum grundum ikki til, sigur hon. Liggur eitt ávíst
tráspyrja hann næstu fýra vikurnar, um hann hevur gjørt okkurt býtt á túrinum. Ella hann hana um, hvat hon hevur gjørt av býttum, meðan hann var úti. - Havið eitt »flirt« koyrandi, meðan hann er burtur [...] kvinnuni og manninum. Tá maðurin er burtur, skal konan taka sær av øllum sjálv, og tá hann so kemur heim aftur, yvirtekur hann alt. Tað kann kanska vera trupult. - Kann vera trupult hjá kvinnuni at standa einsamøll [...] fyri framman. - Av tí at maðurin skal avstað aftur, ber ikki til bara at útseta trupulleikarnar, til hann kemur aftur. Ein loysn má sum oftast finnast her og nú. - Kvinnan og maðurin hava tíð til sín sjálvs
Johannesen, tá ið hann arbeiddi á Kósini. Hann tók onkra ferðina til, hvussu framúr spennandi tað var at arbeiða í Klaksvík, tí fólkið fylgdi so væl við í, hvussu tað gekk við fiskarínum. Hann hevur púra rætt [...] Absalon Jacobsen, keypmaður á Skála, keypti hana. Hann seldi hana til Símun Dáva í 1939. Símun Dávur Kalsø var framúr grammur og áhaldandi. Tað skuldi vera hann, sum tók til orðatakið, sum so ofta verður nýtt [...] huga stendur myndin av útróðrarmanninum púra klár. Hann fer út eftir ella norður eftir í gummistivlum og við fullari skjáttu í aðrari hondini, og hann kemur heimeftir við tómari skjáttu í aðrari hondini
dámdi sera væl at syngja. Hann var t.d. við á plátuni Meistarans hond hjá M.C. Restorff, og saman við Bjarna Restorff var hann við til at stovna Tórshavnar Manskór í 1986. Hann hevði solopartin av ólav [...] hjá Elsu og Ingálvi av Reyni. Hann lærdi til elektrikara hjá pápabeigjanum Sigirdi av Reyni og hevði í mong ár sína egnu elektrikarafyritøku. Eitt skifti í 60-unum sigldi hann við trolaranum Leivur Øssursson [...] ólavsøkukantatuni í 1987. Eisini gav hann út sína egnu fløgu Eg elski teg land í 1995. Í mong ár var hann ein av teimum, sum syngja fyri til jarðarferðir í Havn. Kári hevði eisini góð listarlig evni til m