Johan Dahl
løgtingsmaður
At undirritaði gongur inn fyri privatisering og lækkan av skattinum er ongin loyna.
Tað at skatturin bleiv lækkaður samsvarandi tí, sum Sambandsflokkurin mælti til upp til seinasta val og sum eisini semja bleiv um í samgonguni hevur víst seg at verða rætt, tað má sjálvt John Johannesen ásanna.
At eg og flestu arðir í samgonguni vilja privatisera er púra rætt, men privatisering skal gerast við skili, hóast tað við eini so breiðari samgongu kann væntast at kompromisini føra til verri loysnir, tíverri.
Farmaleiðir er ein av hesum, og Atlantsflog við tí uppdeiling av søluni sum kemur at fara fram, ivaleyst eisini verður ein »hálvgóð loysn«.
Øll samgongan var samd um at Sandoyggin og Suðuroyggin ikki skuldu blíva verri fyri við søluni at farmaleiðum, og at tað tænastustøði sum var í hesum økjum skuldi halda áframm - men tíverri eftir at vit høvdu trýst á grøna knøttin í løgtinginum, vísti tað seg at hetta ikki var so og vóru vit bóndafangaðir!
Tá John Johannesen í síni grein sigur - sitat:
»Tað hevur víst seg fyri Johan Dahl, at hann ikki fær vinnuvirksemi sítt í Vági at hanga saman, uttan at tað almenna flytur fisk fyri hann ímillum Kollafjørð og Havnina. Í Suðuroynni og ímillum Suðuroynna og Havnina tekur tað almenna sær framvegis av vøruflutninginum, tí hesar leiðir vóru ikki við, tá Farmaleiðir fóru á privatar hendur.« Sitat endað,
So sigur hetta ikki so heilt lítið um, hvussu nógv John Johannesen hevur fingið við , TÍ tað almenna tekur sær nevniliga IKKI av farmaflutninginum longur, hvørki í Sandoynni ella Suðuroynni, so John, - títt heimaarbeiði er ikki í lagi - les betur upp á lektiuna ella tosa við strandferðslustjóran, so hesin kanska kann siga tær, hvat teir gera við farmaflutning og ikki, til Suðuroyar, Sandoyar og Kalsoyar.
At Johan Dahl saman við nógvum ørðum rekur vinnuvirksemið í Suðuroynni og hevur gjørt tað í mong ár, tí Johan Dahl og nógvir arðir framhaldandi trúgva upp á, at tað eisini skal bera til í útjaðaranum eigur hvørki at koma mær ella hinum vinnurekandi aftur um brekku.
Vit skulu hava somu møguleikar á flutningsøkinum sum allir arðir, og tað er ein partur av politikki samgongunar - vit krevja at okkara kostnaður og servica er tann sama, sum hjá restini av landinum og tað var eisini tað, sum avtalað var í samgonguni, men sum ikki helt tá endaúrslitið kom á borðið.
Eg tori at ásanna, at her eru skeivleikar og at vit hava gjørt ein feil - og eiga vit at rætta tann feilin sum í er komin, soleiðis at bæði Suðuroyggin, Sandoyggin og Kalsoyggin (sum eisini hevur sama trupulleika sum vit) fáa mistakið rættað aftur soleiðis sum avtalað varð í samgonguni.
Vit liva í einum oyggjasamfelag har marknaðarøkonomisku treytirnar ikki virka á ávísum økjum sum her nevnt tá ta kemur til t. d. farmafluting, eiga vit at tryggja at tað verður á sama støði sum í restini av landinum.
John sigur, at Javnaðarflokkurin er tolin, jú víst - summir er ivaleyst tolnir, men tað sum eg havi upplivað greinskrivaran, so er hesin ikki ein av teimum, men kanska broytist hann við árunum.
Javnaðarflokkurin og John eiga á sama hátt sum undirritaði at tora at viðganga um gjørd verða mistøk, higartil havi eg so ikki sæð teir tora at viðgangið mistøk hvørki í leiðsluni ei heldur í flokkinum, - men nú hava teir so møguleikan í samband við at fáa tillagað farmaflutningin til Suðuroyar, Sandoyar og Kalsoyar, soleiðis
at hesi øki verða røkt við farmaflutningi sambært teimum avtalum sum gjørdar vóru í samgonguni áðrenn farmaleiðir blivu seldar.
Vágur 18.08.2006










