Drepandi hjartasorg

Tann 26 ára gamli Christopher Williams gjørdist frá sær sjálvum, tá hann fekk krakk frá unnustuni.


Amerikanarin Christopher Williams gjørdist púra frá sær sjálvum, tá unnusta hansara, Andrea Lambesis, segði honum, at nú var liðugt teirra millum. Tað kom at kosta tveimum fólkum lívið.

Fyrst myrdi hann sína fyrrverandi vermóður, ta 57 ára gomlu Lindu Lambesis. Síðani setti hann seg í bilin og koyrdi til skúlan, har fyrrverandi unnustan er lærari. Tá hann ikki fann hana, skeyt hann starvsfelaga hennara, ta 56 ára gomlu Mary Shanks, sum doyði av skotunum.

Haðani fór Christopher til eitt íbúðarøki, har hann særdi ein vinmann, tann 26 ára gamla Chad Johansen. Síðani vendi hann byrsuni ímóti sær sjálvum, men hóast hann skeyt tvær ferðir, doyði hann ikki. Løtu seinni kom løgreglan á staðið og tók hann.