Evald vann svimjingina um Nólsoyarfjørð

Fimm fólk vóru við í árligu svimjingini um Nólsoyarfjørð sunnudagin, og vinnarin gjørdist Evald Rasmussen


Svimjingin úr Havn til Nólsoyar er ein serstøk kapping í føroyskum ítrótti, men tað eru fleiri, sum tora at leggja til brots á tí langa teininum í sjónum.
Sunnudagin royndu fimm fólk seg, og tað gjørdist fyriskiparin av kappingini, Evald Rasmussen, sum kom fyrstur út til Nólsoyar. Hann brúkti 1 tíma og 20,54 sekund um teinin, og tað var slakar fýra minuttir skjótari enn Gunnar Dahl Olsen.
Hini trý fólkini, sum svumu til Nólsoyar, vóru Erlendur Simonsen, Helena G. Jacobsen og Trygvi Berg.Helena er bert 13 ára gomul, men hon stóð seg væl í svimjingini.