Kári var elstur av teimum átta børnunum hjá Elsu og Ingálvi av Reyni. Hann lærdi til elektrikara hjá pápabeigjanum Sigirdi av Reyni og hevði í mong ár sína egnu elektrikarafyritøku. Eitt skifti í 60-unum sigldi hann við trolaranum Leivur Øssursson sum elektrikari.
Kári hevði góða sangrødd, og honum dámdi sera væl at syngja. Hann var t.d. við á plátuni Meistarans hond hjá M.C. Restorff, og saman við Bjarna Restorff var hann við til at stovna Tórshavnar Manskór í 1986. Hann hevði solopartin av ólavsøkukantatuni í 1987. Eisini gav hann út sína egnu fløgu Eg elski teg land í 1995. Í mong ár var hann ein av teimum, sum syngja fyri til jarðarferðir í Havn.
Kári hevði eisini góð listarlig evni til málningalistina. Sum heilt ungur var hann við á einum skeiði fyir listamálarar sum pápin, Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri síðst í 50-unum.
Kári eigur tveir synir: Andreas F. Hansen, sum býr í Havn, og Oddur av Reyni Eliasen, sum býr í Fuglafirði.