Rækjutrolarin Havborg var beint undan ólavsøku farin inn í Tromsø, har ið teir landaðu veiðina. Um kvøldið kom eldur í verksmiðjuna umborð á trolarinum. Orsøkin til eldin er enn ógreið. Um ungi havnarmaðurin Andreas Thomsen ikki hevði borið skjótt at, kundi eldsbrunin lættliga enda við einari vanlukku.
Andreas leyp inn aftur í roykhavið
Klokkan var um 22, tá ið roykalarmurin fór frá. Flestu av manningini vóru farnir í land, og einans fýra vóru eftir umborð. Tveir vóru tørnaðir inn, og Andreas var júst komin inn í kamarið, tá ið alarmurin fór frá. Andreas og ein annar lupu upp á kajuna, og lítla løtu seinni kom annar av teimum, sum vóru tørnaðir inn.
Teir vistu ikki heilt, hvussu nógvir teir vóru umborð, men teir hildu, at ein lá og svav í kamarinum á hæddini uppiyvir verksmiðjuni. Andreas Thomsen gjørdi skjótt av og leyp niðan á brúnna eftir roykkavaraútgerðini. Hann fór inn aftur eftir manninum við roykmasku og súrevnisfløskum.
- Eg sá, at eldurin kom frá verksmiðjuni, og roykurin hevði spreitt seg í gongini. Tað var tjúkt í royki, sigur Andreas.
Andreas brast inn á kamarið hjá manninum og greiddi honum frá støðuni.
- Hann lá enn og svav, tá ið eg kom inn. Hann gjørdi sera skjótt av, tá ið eg segði honum, at eldur var í. Hann tók t-skjúrtuna yvir munnin og rann so út saman við mær.
Tað kundi lættliga verið galin endi, um Andreas ikki hevði gjørt so skjótt av. Roykurin hevði spreitt seg, og hevði Andreas verið 2 minuttir seinni, hevði maðurin helst doyð av roykeitran.
Norska bjargingartænastan rósti Andreasi
Yvirritaði var inni í skipinum og sá, hvar Andreas fann sín arbeiðsfelaga, og hvussu langt teir gingu í tjúkkum royki. Nú er skipið umvælt, og tað sæst ikki so væl, at eldur hevur verið í, men tú luktaði enn roykin. Summi kømur vórðu fullkomiliga oyðiløgd av roykinum.
Tað hevur sjálvandi verið ein ordans hvøkkur hjá viðkomandi at verða vaktur til eitt skip í eldi og at verða noyddur at renna út í náttklæðum. Allir fýra fóru beint á sjúkrahúsið, har ið teir vóru kannaðir, men teir høvdu tíbetur ikki fingið nakrar løstir.
Ein tílík hending kann seta seg í minni, men teir eru komnir væl yvir tilburðin. Andreas er sera lítilátin og dámar ikki at gera so nógv burturúr sær sjálvum. Men tá ið hann ikki sjálvur vil reypa um bragdið hjá sær, mugu onnur gera tað fyri hann. Norska bjargingartænastan hevði flott rósandi orð at bera Andreasi. Teir søgdu, at tað var eitt rættiligt bragd, sum Andreas hevði framt. Teir í reiðarínum eru eisini sera ernir av Andreasi.
Orsøkin ógreið
Havborg liggur nú í Runavík, har ið skaðarnir verða umvældir. Enn er orsøkin til eldsbrunnan ógreið. Sum sagt kyknaði eldurin í verksmiðjuni, men eingin dugir at siga hví. Avleiðingarnar kundu lættliga verið verri, um skipið var til havs, ella um eldurin hevði kyknað um náttina.
Tá ið sjómenn koma út fyri slíkum støðum, er tað gott, um teir hava tikið trygdarskeiðið. Andreas heldur, at skeiðið er av størsta týdningi.
- Eg brúkti tað, sum eg havi lært á trygdarskeiðinum. Vit hava lært okkum at fáast við eldsbrunnar við Áir, og tann førleikin kom væl við, tá ið eldur kom í verksmiðjuna, sigur Andreas.
Andreas er umborð á Havborg, har ið teir gera skipið í stand. Hann ætlar sær við aftur, tá ið trolarin fer í fiskislap aftur.