Karin Dahl, sexologur, um sjómansparlagið:

Fyrimunir:
-         Verða forelskað av nýggjum hvørja ferð, maðurin kemur heim.
-         Gloyma lættari keðiligar smálutir í parlagnum. Tað, at maðurin bert er heima eina tíð í senn, tekur ofta broddin av ósemjum. Tí parlagið hevur alla tíðina eina deadline fyri framman.
-         Av tí at maðurin skal avstað aftur, ber ikki til bara at útseta trupulleikarnar, til hann kemur aftur. Ein loysn má sum oftast finnast her og nú.
-         Kvinnan og maðurin hava tíð til sín sjálvs. Tíð at hugsa sjálvi og at kobla frá.
-         Ofta manglar spenningur í einum parlagi, men hetta er avgjørt til staðar í einum sjómansparlagi. Ein nær at leingjast eftir hvørjum øðrum.
 
Vansar:
-         Krevur nógv av bæði kvinnuni og manninum. Tá maðurin er burtur, skal konan taka sær av øllum sjálv, og tá hann so kemur heim aftur, yvirtekur hann alt. Tað kann kanska vera trupult.
-         Kann vera trupult hjá kvinnuni at standa einsamøll heima við eitt nú børnum og síðan at skula skifta yvir til at deila ábyrgd við mannin, tá hann kemur heim.
-         Um parlagið hevur trupulleikar við sexlívinum, verður tað ikki lættari, tá maðurin fer avstað. Tað tekur ofta langa tíð at rætta upp á trupulleikar í sexlívinum.
 
Góð ráð:
-         Álit hevur ótrúliga nógv at siga, tí maðurin er vanliga burtur helvtina av tíðini. Somuleiðis orsakað av fordómum um, hvat sjómenn gera, tá teir eru burtur, hevur álitið týdning.
-         Tað er eitt gott hugskot at loysa møguligar ósemjur, áðrenn maðurin fer avstað. Tí so sleppur ein undan at brúka orku upp á tær, meðan maðurin er burtur.
-         Fokusera á teir fyrimunir, sum eru í einum slíkum parlagi, heldur enn at brúka krút upp á vansarnar.
-         Til kvinnuna: Tak tað sum eina avbjóðing at hava alla ábyrgdina í heiminum, meðan maðurin er burtur.
-         At hava virðing fyri hvørjum øðrum. Tað nyttar einki at vera forelskaður fyrstu vikuna, maðurin kemur heim, og síðan at vera illgrunasom og tráspyrja hann næstu fýra vikurnar, um hann hevur gjørt okkurt býtt á túrinum. Ella hann hana um, hvat hon hevur gjørt av býttum, meðan hann var úti.
-         Havið eitt »flirt« koyrandi, meðan hann er burtur. Hetta kann gerast umvegis telefon, brøv ella alnetið. Hetta økir um spenningin í parlagnum. Sovorðið verður eisini brúkt sum partur av einum viðgerðarhátti uttanlands. Kvinnan og maðurin fáa í roynd og veru samleguforboð í nakrar vikur fyri at byggja intimitetin upp aftur. Tey skulu síðan gera ymiskt hugnaligt og stuttligt saman uttan at fara í song saman.
-         Roynið og finnið ein javnvág um, hvør ger hvat í heiminum, meðan maðurin er heima.