árliga nýggjárskonsertin er farin fram í ítróttarhøllini á Hálsi, men í ár er hon so flutt oman í Badmintonhøllina. Orsøkin til, at konsertin ikki longur er í høllini á Hálsi, er, at bæði ítóttarhøllin og [...] trummuspælara og ein keyboardspælara, men enn er ikki heilt greitt, hvør ið tað verður. Taxi er seinastu tíðina vorðið eitt rættuliga vælumtókt orkestur her á landi. Bólkurin hevur verið á eini konsertferð [...] dansitiltøkum annars. Tó er høllin á Hálsi tøk, um onkur vil hava eitt konsert/dansitiltak, sum endar á midnátt. Einfalda orsøkin til, at leiðslurnar í hallunum hava tikið hesa avgerð, er, at slík tiltøk fara
Lóggávan er flutt frá fólkatinginum til løgtingið, og umsitingin er flutt frá donskum ráðharrastovum og ríkisumboðnum til landsstýrið. ? Hetta hevur ført við sær, at lóggávuarbeiðið hjá løgtinginum er munandi [...] nakar javni vera millum umsitingarvaldið og lóggávuvaldið, er tí neyðugt, at Løgtingið ger sær størri ómak við lóggávuarbeiðinum, tí tað er her, løgtingið hevur beinleiðis vald. Umframt gjøgnum greiniligari [...] Finnboga Ísakson, skulu teir fáa 24.981 krónur um mánaðin Sum er, fáa tingmenn eisini samsýning fyri nevndarfundir teir dagar, tá tingdagur ikki er. Í 1997 vórðu goldnar stívliga 900.000 kr. í nevndarsamsýning
men at koyra slíkan kavascootara er nakað, ein skal venja seg við. Torført er at gera samanberingar. Kennist kanska, sum at verða tveittur í eina vaskimaskinu. Hann er kraftmikil og fyri ein óroyndan tungur [...] innandura fótbóltshøll, ið Tórsvalla fyrisprákarar óivað áttu at sæð. Orsøkin til høllina er óivað, at tað ofta er myrkt og nærum altíð sera kalt, so illa fæst verið uttandura. Í kantinuni fingu vit kaffi [...] okkum ein, ið vit skuldu royna at temja. Eftir stutta frágreiðing um hetta ódjór, ið er størri, koyrir skjótari og er verri at stýra, enn ein heldur, hildu vit avstað. Fyri framman lá kavaoyðan, og álitið
myndina. ? Fullveldi er ikki nakað, sum ?Høgni Hoydal hevur funnið uppá?. Tað er at undirmeta málið, um tú t.d. heldur, at ein sjónvarpssending er atvoldin til, at ein meiriluti nú er í løgtinginum fyri [...] undir við ? eitt nú hetta her við, at borgarar í samfelagnum blíva klientar undir tí almenna, at tað almenna ikki longur er til fyri borgaran, men at borgarin er til fyri systemið. Her eri eg nokk so samdur [...] Staturin er ikki verjin hjá einstaklinginum. Staturin stýrir honum. Júst her hevur vælferðarsamfelagið kollrent seg sjálvan. Tað er farið yvir gevind. Vit kunnu taka útgjald til barnaansing sum dømi. Her verður
Fólkapensjónsupphæddin er afturúrsigld, heimarøktin er ikki komin upp á hædd við tað, sum nútíðin krevur. Øll, sum hava við hesi eldru veiku at gera, eru pøst og overvaði, tí ov knøpp tíð er avsett til hvønn [...] yvir tørvin á búplássum - her meint við bæði føst búpláss og umlættingarpláss - og síðani gerast ein úrskurður yvir støðuna í dag. Fyri alt Føroyar eru 327 tøk búpláss, her er íroknað eitt sambýli í Vági [...] + 644 = 971 er tørvurin upp aftur størri. Møguliga koma summi nøvn á bíðilistunum fyri fleiri ferðir, so fyrivarni skal takast, um hetta tal er púra beint, men hóast hetta fyrivarni, so er týðuligt, at
Men hetta er bara Sverri, tá ið hann er bestur! Hann heldur ikki, at tað er nakað løgið í at renna sær ein túr. Tað er heilt nátúrligt fyri henda sera seriøsa ítróttarmannin, ið samstundis er sera lítillátin [...] Fyrst brúsubað og so at raka sær er óhugsandi fyri Sverra. Fasta rútman kemur honum til góðar, tá ið illveður er, og hann skal út at súkkla. Tað er líkamikið, hvussu veðrið er, tí áðrenn hann veit av, stendur [...] má vera í topp Tað er spennandi at lurta eftir einum ítróttarmanni, sum er so væl vitandi um sítt ítriv. Sum er so bevístur um venjing og hvat skal til fyri at vera við. Men eitt er tann kropsligi parturin
til tað nýggja vaktarskipið, sum ætlanin er at byggja. Áður eru 17 milliónir játtaðar til nýtt vaktarskip á fíggjarlógini í ár. Landsstýrið sigur, at ætlanin er at skriva undir sáttmála í ár og at betala [...] sambandi við undirskrivingina. Tí er brúk fyri eini eykajáttan. Finnbogi Ísakson segði, at tingið hevur fingið ómetaliga lítið at vita um málið um nýtt vaktarskip. ? Her í tinginum hava vit fingið ómetaliga [...] landsstýrið. Anita á Fríðriksmørk bað Landsstýrið umhugsa at leiga Beskytteren, tí hann er væl royndur undir Føroyum og er í hægsta ísklassa. Hon helt tað m.a. vera løgið, at vit skulu umhugsa at fáa kinesarar
altíð er grønari hinumegin ánna. Her haldi eg, at hann ger eitt stórt mistak. Tí tað samfelagið vit liva í ídag, er nevniliga ikki bert eitt hypotetiskt, men eitt reelt alternativ. Og tað stendur her, hóast [...] innan ríkiskarmarnar, EU og øllum heiminum orsaka av ríkisfelagsskapinum. Er okkara samfelag lítaleyst? Her er svarið greitt nei! Tað er sera nógv, ið eigur at verða broytt og gjørt betri. Skattir eiga at lækka [...] ið er so mikið gott á mongum økjum, hóast ikki lítaleyst, at als onki reelt alternativ higartil hevur verið í eygsjón. Grasið veksur eisini og er grønt í tí samfelagsskipan vit hava ídag. Tað er ikki
vanlukkan tey ungu. Tað er eins og Oddvør og William í ein ávísan mun troyta somu keldur. Tað er kanska heldur ikki so løgið. Umhvørvið, Havnin, er tað sama, tíðin, árini eftir aldaskiftið, er somuleiðis karmur [...] á hesum øki. Skaldsøgan er sum heild á tremur av smáum lýsingum av ymiskum fyribrigdum, av landsløgum og natúr, av søguni aftan fyri hví hetta ella hatta er so vorðið, sum tað er. Hesar lýsingar falla væl [...] væl inn í ta skiftandi frásøgnina. »Í morgin er aftur ein dagur« hevur ongan einstakan høvuðspersón, og í mongum er hon lík kollektiv skaldsøguni. Kortini er tað so, at frásøgufólkið - og høvundurin - í
- Tað týdningarmesta er, at fólk kenna seg trygg og væl, vita hvønn veg tey skulu ganga og tað er kanska tað, sum er torført í nógvum førum. Okkara skúli er ein telduskúli, sum er rættiliga frammalaga [...] formidling. Útbúgvingin er í tveimum, har danskt er høvuðsgreinin, meðan mentaarbeiði og formidling, har dentur er lagdur á fólkamentan, virkisskipan og- mentanir, og starvsfólkaproblematikk er yvirbygnaðurin. [...] eg virðing fyri, at onnur halda tað er ein trupulleiki. Kanska hugsa mínir medarbeiðarar soleiðis. Hvussu ein er skikkaður og hvussu ein annars er sum menniskja er tað altavgerandi, og eg trúgvi, at tey