Orð og myndir: Dagfinn Olsen
Umboðandi Tíðindablaðið Sosialin og Útvarp Føroya sessaðust vit báðir føroysku luttakararnir í Kastrup í flogfarinum til Oslo.
Men eydnan gongur ofta egnar leiðir og leiðirnar eru nógvar í Kastrup. Vit vórðu nakað seinkað og komu ikki uppfrá, tí beint áðrenn fráferð legði flogtøkningur til merkis, at næsahjólið var brotið. Hetta seinkaði okkum og kom illa við, tí bert ein tíma høvdu vit í Oslo at finna flogfarið til Alta.
Vit komu tó avstað at enda. Komin til Oslo høvdu vit eitt korter at skifta flogfar. Men við góðari hjálp frá fryntligu starvsfólkunum, vunnu vit upp flogfarið í síðstu løtu. Vit vóru ávegis til Alta í Finnmørkini.
Alta
Soleiðis at flúgva Noreg frá enda í annan tekur meira enn tveir tímar. Á vegnum skuldu vit millumlenda í Tromsö, men heldur harðliga gekk fyri seg, sum flogskiparin eisini ávaraði um.
Eftir lendingina kallaði hann lendingina fyri ?usædvanlig ubehagelig?.
Tá vit komu til Alta um tvey tíðina var myrkt.
Í flogfarinum úr Oslo mundu vit vera flest allir luttakarar, uttan lokalu norðmenninir. Men vit kendust ikki enn. Í bussi koyrdu vit, sum vóru við flogfarinum, til eina innandura fótbóltshøll, ið Tórsvalla fyrisprákarar óivað áttu at sæð. Orsøkin til høllina er óivað, at tað ofta er myrkt og nærum altíð sera kalt, so illa fæst verið uttandura.
Í kantinuni fingu vit kaffi, ið har á staðnum verður mett sera týdningarmikið. Liðið var nú savnað, og hvør einstakur segði hvør hann var. Vit skuldu nú beina leið út í Finnmørkina á scootara, fyri at liggja nátt í sámatjaldi. Leiðarin, sámi og leiðari í norsku ?heimaverjuni?, greiddi nú frá ymsum praktiskum, vit fingu kavaklæðir og boð um at leggja alt eftir okkum, sum vit á nakran hátt kundu vera fyri uttan. So tað bleiv ikki til so nógv annað enn myndatólið, ið gjørdist darvandi viðføri.
Sami Travel skipaði fyri ferðini og útgjørdi okkum væl. Væl ballaði í stivlum, vøttum, brillum, draktum og skinnhúgvum vóru vit ferðabúgvin.
Leiðin gekk síðani við bussi eitt petti av leiðini út í Finnmørkina, til eina sonevnda fjallastovu, har ábit var at fáa: te, kaffi og smurt breyð.
Síðani byrjaði ferðin av álvara. Kuldin var ikki so øgiligur, mundi liggja um 10 stig minus. Úti í myrkrinum bíðaði kavascootarin, ið vit tvey og tvey skuldu ferðast á. Eg sjálvur og útvarpsmaðurin Helgi Jacobsen funnu okkum ein, ið vit skuldu royna at temja. Eftir stutta frágreiðing um hetta ódjór, ið er størri, koyrir skjótari og er verri at stýra, enn ein heldur, hildu vit avstað.
Fyri framman lá kavaoyðan, og álitið var nýggi ferðafrændi okkara; scootarin.
Á kavascootara
Og tað var sum at verða tveittutur á ein av hesum rodeo-tarvunum. Eftir heldur varisliga byrjan, fór alt fylgið avstað, men skjótt øktist ferðin og so var bert at fylgja við.
Nú skal tað ikki ljóða, sum at tað ikki var stuttligt, tí tað var tað, men at koyra slíkan kavascootara er nakað, ein skal venja seg við. Torført er at gera samanberingar. Kennist kanska, sum at verða tveittur í eina vaskimaskinu. Hann er kraftmikil og fyri ein óroyndan tungur at fáa tamarhaldið á og hoppini og ristingarnar kunnu vera ógvuslig.
Tó, hetta steðgaði okkum ikki, og mest av øllum mintu vit helst um eitt av øgiligu motorsúklufylgjunum, (ið fær fólk at hugsa tað ringasta), har vit fóru í myrkrinum gjøgnum frostoyðina og einki annað sást fyri framman, enn einar 10 - 15 reyðar baklyktir. (Lesarin skilir, at útsendi var ikki altíð líka framaliga í fylginum).
Tó, kavascootarin er hent amboð hjá sámunum. Hevur kanska á ein hátt fingið teir inn í 20. øld, við sínum fyrimunum og vansum og síni øgiligu ferð. Tað, sum við reinsdjóri mundi vera tað mesta av eini dagsferð, kláraðu vit uppá einar 2 - 3 tímar. Er ein einsamallur og royndur á scootara, so gongur helst skjótari.
Sámar eru, sum tíðin er liðin, vorðin partur av nútíðini. Sámabóndin hevur nú altíð tveir búðstaðir. Bert part av árinum heldur hann til í tjaldi.
Mergjað nátt í lavvo
Á vegnum steðgaðu vit av og á, millum annað, tí vit skuldu seta rypufellur, snarur, ið vit síðani kannaðu morgunin eftir.
At enda tyktist tað, sum var ikki endi á ferðini og ikki endi á villu vetrarvíddunum. Vit koyrdu og koyrdu og vóru heilt einsamøll her úti, øll vit 20 - 25 ferðandi.
Vit vóru frammi við stóra tjaldið umleið kl. 22. Tjaldið eitur á sámiskum ein Lavvo.
Á ferðini við okum vóru tveir sámar, umframt leiðaran frá heimaverjuni. Knút frá Sami Travel og Ole Anders, ið er sámabóndi. Hann byrjaði beinanvegin at gera til reiðar í miðum tjaldinum eldstaðin, bálið, sum skuldi verða okkara lívsnerv hesa nátt.
Hann hongdi yvir eldin grýtur við eplum og við reinsdjórakjøti. Í bíðitíðini royndu vit turt reinsdjórakjøt, ið minnur um føroyska skerpikjøtið, men er saltari, tí tað er eitt sindur saltviðgjørt. Tveir tímar seinni hugnaðu vit okkum við drekkasúpan, kjøti og eplum.
Eisini fingu vit hvør sítt bein, og royndu vit frálíka mergin. Hetta var góður mergur, men sera feitur. Nógvur mergur er eisini í slíkum beini, tí tað er stórt.
Roykur
Ikki yvir at dylja, at tey flestu nú kendu møði, men ikki fyrr enn nú, klokkan var um eitt á nátt, høvdu vit líkasum stundir at práta saman og at læra hvønn annan at kenna. Prátið og skemtið gekk, men sum náttin leið fullu fólk frá og at enda hoyrdust bert brakini frá bálinum, men tá mundi eisini vera seint.
Stórsti vandin tóktist tó vera nógvi roykurin, ið fylti tjaldið. Sera tjúkt var til tíðir, so valla sást fram um nøsina. Antin fyri royki ella fyri tárum í eygunum.
Men vandi var eingin á ferð, tí bálið kravdi jú, at ein passaði eldin alla nátina, so vaktarmaður var á og trygdin í lagi. Tessvegna sovnaði fjøldin rundan um eldin og svav trygt einar 3 - 4 tímar í soviposa og á reinsdjóraskinni. Longu klokkan sjey var aftur stákan og klokkan 7:30 var liðið aftur á ferð á scootarunum.
Rýpa var eingin í fellunum, so vit hildi leiðina fram og koyrdu nú annan og longri veg, tí nú sást eisini meira, tí tað ljósnaði meira og meira. Vit fylgdu gomlum farleiðum, ið merktar vóru við steyrum, við pílum á.
Sum steyrarnir dagaðu upp móti døkka morgunhválvinum, høvdu teir tó lyndi til at minna um krossar, festar í stórar klettar.
Fastfrystu løturnar
Vit koyrdu og koyrdu yvir dalar og fjøll. Einar fyra tímar koyrdu vit og tá vit komu vegin fram til høllina, skiftirúmini og brúsurnar, høvdu vit tilsamans lagt einar 70 kilometrar afturum okkum á kavascootara á villu víddunum. Og hvør einstakur kilometur merktist í ørmum og kroppum hjá okkum óvandu. Men undir heitu brúsunum hvarv hetta, meðan vit royndu at sodna alt, ið okkum hevði verið fyri. Men slíkt tekur tí og enn er kanska ikki rættiliga gingið upp fyri okkum ferðandi, hvussu stórt eitt upplivilsi nátt í vrá á villini vetrarvídd í grundini er. Slíkt verður okkum neyvan unt at uppliva aftur, men minnini hava vit. Og fastfrystu løturnar, ið tilber at seta í myndabókina heima í stovuni.
Av sonnum gekk roykfylta náttin í lavvo »sámiliga« fyri seg.
Ein lúr
Á skránni henda næsta dag okkara vóru m.a. ymsir fyrilestrar, og sjáldan hevur nakar fyrilestrahaldari havt ta fragd, at hava so samtykkjandi lurtarafjøld, tí dúgliga varð nikkað. Mødda ferðaliðið hevði tamt scootaran, sodnað reindjórakjøtið og kendi seg nú ikki eiga so nógv eftir á í sín lut - uttan kanska ein langan, góðan og uppibornan lúr.