Løgtingmenn skulu nú hava munandi meiri í løn.
Hetta verður úrslitið, tekur ringið undir við einum uppskotið, sum Finnbogi ísakson, løgtingsformaður, legði fyri tingið í gjár.
Sum er, verða løgtingsmenn løntir sambært 1. stigi í 17. lønarflokki í tænastumannalógini.
Men nú skjýtur Finnbogi Ísakson upp, at frá 1. januar 1999 skulu tingmenn verða løntir eftir 34 lønarflokki.
Í løtuni fáa løgtingsmenn 16.067 krónur um mánaðin. Men eftir uppskotinum hjá Finnboga Ísakson, skulu teir fáa 24.981 krónur um mánaðin
Sum er, fáa tingmenn eisini samsýning fyri nevndarfundir teir dagar, tá tingdagur ikki er. Í 1997 vórðu goldnar stívliga 900.000 kr. í nevndarsamsýning. Verður hetta býtt javnt millum 31 tingmenn ?tingformaðurin er ikki í nakrari nevnd- gevur tað uml. 30.000 kr. pr. tingmann árliga ella 2.500 kr. mánaðarliga.
Tilsamans hevði tingmannalønin sostatt verið 18.500 kr. um mánaðin í miðal, og tað merkir, at eftir hesum uppskotinum skulu tingmenn 6.500 kr. upp í løn.
Men nevndarsamsýningarnar eru sera ójavnt býttar millum tingmenn. T.d. fekk ein
tingmaður stívliga 1.000 kr. í nevndarsamsýning í 1997, meðan ein annar fekk 65.000 kr.
Aftrat samsýningini fáa tingmenn eitt árligt kostnaðarískoyti, sum er endurgjald fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðnum sum løgtingsmaður. Tó er tann broyting gjørd, at kostnaðarendurgjaldið umframt endurgjald fyri ferðing, kost og uppihald, nú eisini fevnir um útreiðslur, sum standast av sjálvum tingarbeiðnum t.e. til telefon, brúk av egnari teldu v.m, og sostatt er ætlanin, at eisini tingmenn í Tórshavn, Argjum og Hoyvík eisini kostnaðarendurgjald.
Tað skattafría kostnaðarendurgjaldið verður veitt eftir, hvar tingmaðurin býr, og ikki hvar hann er valdur, og avger formansskapurin við grundarlagi í eini meting av, hvar tingmaður býr, hvussu stórt kostnaðarendurgjaldið skal vera.
Ætlanin, er at kostnaðarendurgjaldið skal verða latið soleiðis, alt eftir, hvar tingmenn búgva:
Tórshavn, Argir og Hoyvík kr. 6.000
Suðurstreymoy annars kr. 25.000
Norðurstreymoy kr. 45.000
Eysturoy kr. 55.000
Vágar, Sandoy kr. 80.000
Aðrastaðni kr. 90.000
Næstformonnum tingsins og nevndarformonnum skulu fáa samsýning fyri tað. í Løtuni er samsýningin 30.000 kr. um árið.
Um tingmaður røkir fleiri størv fær hann bert eina samsýning.
Í sambandi við ferðing uttanlands í løgtingsørindum verður veitt ferðaendurgjald og
dag- og tímapeningur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.
Skal vera høvuðsstarv
Tá ið Finnbogi Ísakson legði uppskotið fram, segði hann, at økt arbeiði hjá løgtinginum og broyting í viðurskiftunum millum løgting og landsstýri gera
tað neyðugt at gera nýggja skipan fyri lønir og eftirlønir løgtingsmanna.
Við árunum eru fleiri og fleiri málsøki í heimastýrislógini yvirtikin sum sermál. Lóggávan er flutt frá fólkatinginum til løgtingið, og umsitingin er flutt frá donskum ráðharrastovum og ríkisumboðnum til landsstýrið.
? Hetta hevur ført við sær, at lóggávuarbeiðið hjá løgtinginum er munandi økt. Samstundis
verður her eins og í grannalondunum kravt, at lóggávuarbeiðið verður betrað, at málini eru
væl gjøgnumarbeidd, og at helst ongar villur skula vera í einari lýstari løgtingslóg. Fyri at
náa hetta seinasta er løgtingsskrivstovan ment, men tann politiska viðgerðin í tinginum og
serliga nevndunum hevur ikki ment seg tilsvarandi.
Við nýggju stýrisskipanini er greiður skilnaður gjørdur millum umsitingina (landsstýrið) og
lóggávuvaldið (løgtingið). Áður lá ein partur av umsitingini bæði hjá landsstýrinum og
løgtinginum við tað, at ávísar umsitingarligar avgerðir skuldu takast bæði í landsstýrinum og í einari løgtingsnevnd.
Løgtingsnevndirnar hava einki umsitingarvald longur, og tað hevur við sær, at løgtingið ikki fær tað innlit í umsitingarlig mál, sum tað hevði frammanundan. Skal nakar javni vera
millum umsitingarvaldið og lóggávuvaldið, er tí neyðugt, at Løgtingið ger sær størri ómak
við lóggávuarbeiðinum, tí tað er her, løgtingið hevur beinleiðis vald.
Umframt gjøgnum greiniligari lóggávu hevur løgtingið møguleika at hava eftirlit við
landsstýrinum gjøgnum fyrispurningar. Munnligir og skrivligir fyrispurningar kunna útvega greiðar upplýsingar frá landsstýrinum um ávís mál. Orðaskifti um fyrispurningar kunna geva landsstýrinum eina ábending um, hvat løgtingið heldur.
Tíverri fáa fyrispurningar sjáldan ta umrøðu, teir hava uppiborið. Orsøk er at halda, at
tingmenn hava ikki stundir at seta seg nóg væl inn í spurningar og svar, og at teir tí ikki
kunna luttaka nóg nógv í orðaskiftinum.
Út frá tí, sum nevnt er omanfyri, kann gerast tann niðurstøða, at løgtingsarbeiðið er so nógv økt, broytt og krevjandi, at løgtingsmenn muga hava løgtingsarbeiðið sum fulltíðarstarv ella í minsta lagi sum høvuðsstarv.
Princippið í hesum uppskotinum hjá Finnboga Ísaksyni, er, at løgtingsarbeiðið verður mett sum eitt starv, og verður eftir hesum uppskotinum - eins og í hinum grannalondunum ? eingin fundarpeningur goldin, tí nevndararbeiði er ein partur av løgtingsarbeiðinum.
Nevndarformenninir, sum hava eykaarbeiði av at fyrireika og leiða fundirnar, varðveita sína føstu samsýning, sum er 2.500 kr. um mánaðin.
Tingmenn í almennum starvi fáa eftir hesum uppskoti loyvi at røkja helvtina av møguligum borgarligum starvi. Ongar avmarkingar eru fyri tingmenn í privatari vinnu.
Løgtingsformaðurin somu løn sum løgmaður
Løgtingsformaðurin hevur eftir nýggju stýrisskipanarlógini fingið heilt aðra støðu, enn hann hevði frammanundan.
Formaðurin verður valdur fyri alt løgtingsskeiðið, og er tað hann, sum útnevnir løgmann. Lønarviðurskifti formansins vórðu av hesi grund broytt í 1996. Tó var einki sett í lógina, um løgtingsformaðurin kann hava annað starv við síðuna av formansstarvinum, og eru eftirlønarviðurskiftini ógreið. Eftir hesum uppskotinum verður formaðurin samsýntur á sama hátt sum løgmaður, og skal hann - eins og løgmaður og landsstýrismenn - leggja onnur størv frá sær.
Tvs, at frá 1. januar skal løgtingsformaðurin lønast í 40. lønarflokki, sum er góðar 36.000 kr. um mánaðin.
Samstundis verður skotið upp, at hann skal fáa borðfæ, sum í løtuni er kr. 60.000 kr. árliga.
Samlaði kostnaðurin av nýskipanini verður mettur til uml. 2,5 mió.kr.