? Tá ið vit hava eitt so gott tilboð, men siga nei, luktar tað langan veg av hugmóð.
Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður sveiggjaði rættiliga koyrilin eftir sínum egna landsstýrið í tinginum hósdagin.
Tað er ógvuliga sjálvdan, at løgtingsformaðurin tekur orðið á tingið og leggur seg út í orðaskiftið.
Men hósdagin gjørdi hann eitt undantak.
Tað var málið um nýtt vaktarskip, sum fekk løgtingsformannin upp á talarastólin.
Landsstýrið hevur biðið løgtingið um eina eykajáttan, m.a. eina eina eykajáttan uppá 16 milliónir til tað nýggja vaktarskipið, sum ætlanin er at byggja.
Áður eru 17 milliónir játtaðar til nýtt vaktarskip á fíggjarlógini í ár.
Landsstýrið sigur, at ætlanin er at skriva undir sáttmála í ár og at betala ein part av kostnaðinum í sambandi við undirskrivingina. Tí er brúk fyri eini eykajáttan.
Finnbogi Ísakson segði, at tingið hevur fingið ómetaliga lítið at vita um málið um nýtt vaktarskip.
? Her í tinginum hava vit fingið ómetaliga lítið at vita um tilboðið frá donsku stjórnini um at leiga, læna ella at keypa beskytteren til vaktarskip
? Men eg haldi , at vit hava fingið uppaftur minni at vita um ætlanina at byggja nýtt vaktarskip.
Løgtingsformaðurin segði, at hann skilti ikki samanhangin í hesum málið
? Er ætlanin at gera sum reiðarar í áttatiárunum - at undirskriva sáttmála um nýtt skip fyri 70, 80, ella kanska 100 milliónir, við eina kinesiska skipasmiðja, klokkan fimm minuttir í midnátt nýggjársaftan, uttan at vit fáa nakað sum helst at vita um skipið, hvat tað fer at kosta, tá ið samanumkemur, hvussu gott skipið verður og hvussu nógv skal útgjaldast til tað longu nýggjaraftan
Leiga Beskytteren
Løgtingsformaðurin segði, at fyri sær var ongin sum helst ivi um, at tann rætta loysnin í løtuni er at taka av danska tilboðnum og læna ella leiga Beskytteren í nøkur ár, ímeðan vit hugsa okkum um.
? Eg haldi, og tað munnu vera mong við mær, sum halda tað sama, at tá ið vit fáa eitt so gott tilboð frá dønum, men siga nei tí vit fara at byggja skip fyri 100 milliónir ístaðin, so luktar tað langan veg av hugmóð, segði løgtingsformaðurin at enda.
Nógvar atfinningar
Finnbogi Ísakson var verri enn so einasti tingmaður, sum fanst at Landsstýrinum fyri mátan, sum tað handfór málið um nýtt vaktarskip.
Tí bæði úr samgongu og andstøðu heglaðu atfinningarnar og spurningar niður yvir landsstýrið.
Anita á Fríðriksmørk bað Landsstýrið umhugsa at leiga Beskytteren, tí hann er væl royndur undir Føroyum og er í hægsta ísklassa.
Hon helt tað m.a. vera løgið, at vit skulu umhugsa at fáa kinesarar at byggja okkum skip, samstundis sum vit byggja skip til Teilendingum skip.
Eisini Bjarni Djurholm helt, at tað var løgið at vit ikki tóku av tilboðnum at læna Beskytteren í eini skiftistíð.
Hann helt eisini, at tað løgtingið átti at fingið eina nágreiniliga frágreiðing um málið.
Jóannes Eidesgaard segði, at hann kendi seg ótryggan at játta eina so stóra upphædd beint uppundir jól, uttan at vera kunnaður tað allarminsta um ætlanina.
? Vit hava onga tekning sæð, ongar fakligar metingar fingið og meting av nøkrum sum helst sæð.
? Og tað átti ikki at sloppið at endurtikið seg, at eitt mál um vaktarskip varð skundað ígjøgnum, segði Jóannes Eidesgaard og bað tískil um fleiri upplýsingar í málinum.
Eisini Jógvan á Lakjuni mælti til varsemi og dugdi ikki at síggja nakra grund til at skunda sær, men kanska leigaði Beskytteren eina tíð.
Somuleiðis tók Jenis av Rana undir við, at landsstýrið upplýsti løgtingið alt ov lítið um málið viðvíkjandi vaktarskipinum.
Flemming Mikkelsen helt, at tað tóktist, sum panikkur var komin í, og at landsstýrið var komið í tíðarneyð og at málið nú skuldi skundast ígjøgnum.
Skipið verður bíligari
Karsten Hansen, Landsstýrismaður í fíggjarmálum segði, at hetta var aðru ferð, at landsstýrið hevði biðið hann leggja uppskot fyri tingið og biðja um eykajáttan.
Fyrru ferð sendi hann uppskotið aftur, tí ongin frágreiðing fylgdi við.
? Nú havi eg so fingið at vita, at vaktarskipið verður væl bíligari um einar 30 milliónir verða brúktar í sambandi við undirskrivingina.