føroyskari síðu, nevniliga, at tað einasta, sum í veruleikanum er at stríðast um, er økið millum tær báðar miðlinjurnar. Tað, sum er farið, er farið, men vit vilja kortini minna bretar á teirra fullkomiliga [...] kið er við at koma undir land. Samtíðis hevur verið víst á, at tá tað kemur hartil, tá kemur eisini spurningurin um endaliga at áseta fiskimarkið. Bretar mugu vita, at hóast tað er avmarkað, hvat grásonan [...] verða í grásonuni. UM tað er so, at partarnir nú eru komnir hartil, at tað einasta, sum skilur teir, er økið millum tær báðar versiónirnar av miðlinju, so má sigast, at tað er komið langt. Tí nettup hetta
munnu so fá skilja Javnaðarflokkin. Tað er ikki óseriøst, tá javnaðarfólk skíra tjóðveldisfólk at líða av Hoydalssyndromi (syndrom eru symtom uppá eina sjúku). Tað er heldur ikki óseriøst, tá vrakaða løg [...] verður og ikki. Hetta er so meira enn gjørt varð í 1948, tá m.a. Javnaðarflokkurin setti Heimastýrislógina í gildi. Sosialurin hevur bjóðað til opið kjak um fullveldisspurningin, og tað er sera positivt. Teir [...] í eini oddagrein, var um Javnaðarflokkin. Í dag er hann fremsti verji floksins. H.P.S. skrivar m.a.: »Tá javnaðarmenn fara at skriva um sosialismu, tá er ikki alt, sum tað skal vera. Sjálvbodnir taka teir
hesin maður fyrst og fremst er kendur sum málfrøðingur, so er hann so nógv annað, m.a. so er hann ikki einsamallur. Mong tykkara munnu longu hava gitt, hvør maðurin er. Hann er giftur og hevur eina konu [...] lærumeistara. Tí haldi eg, at hann bæði er stoltur og fegin og kanska eitt sindur rørdur eisini. Heðin Brú sigur soleiðis í Fedranna talu: lívlát er ikki deyðin, lívlát er hetta at seta førningin av sær við [...] mannin og høvið her í dag, tí hon viðger teir stóru eksistentiellu spurningarnar, hvat vit gera, meðan vit eru á lívi, hvat tað er at liva o.s.fr. Heðin Brú viðger tann stóra týdning, sum mentanararvurin hevur
Er kjakið í eini undantaksstøðu? Mangt er uppi í hesum døgum, sum ikki er, sum tað annars plagdi at vera. Mest av øllum minnir tað um støðuna, tá ið grindaboðini fóru um bygdina, og menn meira ella minni [...] blokk til og við ár 2001. Hvar var hin árvakni og eftiransni tngformðaurin? Eitt er, hvat Heini O Heinesen sigur, men annað er, at tingformaðurin góðtók hetta orðaval og hesar ákærur uttan so mikið sum at [...] vita, um hetta skoðsmálið, sum Heini O Heinesen her gav mær, eisini er eitt skoðsmál, sum formansskapurin er samdur í, og um hetta er nakað, sum formansskapurin framyvir fer at góðtaka. Av givnum grundum
Longu áðrenn bókin kom út var eitt evni nógv umtalað, og tað er um sonin Jørgen, sum tók sítt egna lív. Men harafturat fekk Thorbjørn Jagland eitt spark á skinnabeini. Ynksti ikki Jagland Fyri fyrstu ferð [...] Jagland kanska skuldi gerast floksleiðari fekk hana at ivast. Ein frálíkur floksskrivari, ja, men hvat við »evnen til å kommunisere og ikke minst markedsføre utad«, økir sum »Jens Stoltenberg gjennom radio
gott samstarv við læraranar o.s.fr.. Hvat metir tú sum fremsta uppgáva innan skúlan í dag? Skúlanæmingarnir eru mest týðandi tilfeingið í samfelagnum, og tí er tað tað týdningarmesta arbeiðið at virka [...] , og ber í sær m.a. at lærarin ikki er so einsamallur í sínum arbeiði. Nú noyðast vit at samstarva, og tað haldi eg vera spennandi og góð gongd í skúlanum. Tað er eisini gagnligt fyri næmingarnir, men [...] Hon er 40 ára gomul, gift og eigur trý børn. 1. januar tekur hon við sum skúlastjóri í einum av størstu skúlunum í Føroyum. Seks umsøkjarar vóru til starvið, og av teimum var Eyðdis Baldvinsson einasti
vit ikki rættiliga. Ein møguleiki er at spæla dupultkapping við seks liðum, men hetta er ikki ein gongd leið. Ein annars møguleiki er at hava 12 lið. Summarsteðgurin er í so langur, kanska hevði tað borið [...] Mohr, segði, at ein vansi í løtuni er, at gloppið er ov stórt, men hann helt, at tað fór at stabilisera seg. ? Alt krevur sína tíð. Ein fyrimunur við verandi skipan er, at stóru feløgini koma út á bygd [...] fyri at boðini til landsliðsleikarar eru so greið sum tilber. Tað er óheppið, at leikarar fáa boðini gjøgnum fjølmiðlarnar, men ofta er tað so, at leikari gerst skaddur stutt undan landsdysti, og tá eru
Andreasen er formaður í kappingarnevndini hjá FSF og kappingarstjóri, og hann er samdur við teimum, sum siga, at talan var um væleydnaðan fund. ? Fyrsta treytin fyri, at fundurin skal eydnast væl, er at røttu [...] sum verður eftir ársskiftið. Tað er ikki avgjørt enn, nær hann verður, men hann verður neyvan fyrrenn aftaná 1. februar. Hetta kemst partvís av, at roknskaparárið hjá FSF er broytt frá 1. oktober og til 30 [...] fundinum, og at tey, sum eru vald at umboða feløgini, møta á aðalfundinum uttan at hava innlit í, hvat hevur gingið fyri seg á hesum meiri óformella fundinum. Hetta hava vit upplivað onkuntíð áður, men
verkætlan fyri Føroyar, sum vakti miklan ans millum teir seriøsu, aktivu og motiveraðu, ið er ein fortreyt. Tað er skapur ein altjóða miðdepil í Føroyum, har ið ein heilur hópur av familjum, hjúnum og ei [...] handil og markna við atliti til heimaparty kring landið. Tað, hesin altjóða forrætningsháttur byggir á, er nýggjastu forrætningsskipanir, kallað Multi Level Marketing, og Network Marketing, ein praktiserar [...] skapa fortreytir og grundarlag fyri altjóða forrætnings virkseminum. Tað sum framtíðin bjóðar hesum er, at keyp og søla verða skipað privat heima hjá keypara, ella eljara eftir avtalu, uttan fyri vanliga
reallønarhækking. ? Ein treytrin er tó, at vit gera tað,sum er best fyri føroyska samfelagið. Eru vit ikki kappingarførir, verður hetta eitt sjúkt samfelag. ? Fyrsta treyt fyri hesum er sunnur búskapur. Kunnu vit [...] um støðuna í løtuni, er torført at siga, um yvirskotið skal vera 300 mió. krónur, sum Janus Petersen, bankastjóri, sigur. Vit vita bert at vit skulu liva við ongum blokstuðli.Tað er tí nyttuleyst at kjakast [...] Kallsberg. Einki tilfar til lýsir støðuna uttan blokkin Hann heldur ikki, at nakað tilfar er til sum lýsir, hvat hendir tá blokkurin verður avtikin. Tað skal búskaparkannngin avdúka. ? Um nú kanningin vísir