So upplivdi man tað: Vil ikki verða skírdur landasvíkjari

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard fer at senda formansskapinum í løgtinginum kæru um at Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins, óátalaður á tingsins røðarapalli brúkti vendingina »landasvíkjari«, tá hann umrøddi Jóannes Eidesgaard. ? Eg vil fegin vita, um formansskapurin í løgtinginum er samdur í hesum skoðsmáli

Er kjakið í eini undantaksstøðu?

Mangt er uppi í hesum døgum, sum ikki er, sum tað annars plagdi at vera. Mest av øllum minnir tað um støðuna, tá ið grindaboðini fóru um bygdina, og menn meira ella minni mistu tamarhaldið á sær sjálvum. Tá var tað ein undantaksstøða, sum loyvdi øllum tí, sum annars ikki var vanligt. Grindaboðini settu vanligu spælireglurnar úr gildi.

Tá tað um fullveldið ræður, so er líkt til, at vanligu mannagongdirnar ella siðirnir ikki longur galda i kjakinum. Tá kunnu hampamenn loyva sær at skifta ham, og fólk, sum ikki eru við í kórinum, sum syngur um fullveldið, tey kunnu lættliga verða skírd bæði líkt og ólíkt. Mildasta dómin fært tú, tá tú bert verður lagdur undir at vera ósakligur. Men vit vita eisini, at »landasvíkjari« nú eisini hoyrir til vanliga orðavalið hjá ávísum fullveldismonnum.


Tingmaður skírdur sum landasvíkjari

Fíggjarlógin fyri 1999 var til viðgerðar 7. og 8. oktobur. Eg var tá staddur á danatingi í arbeiðsørindum og hevði tikið farloyvi frá løgtinginum, og varamaður mín Mikkjal Sørensen úr Porkeri hevði tikið sætið.

Men hetta forðaði ikki formanni í tingbólki tjóðveldisfloksins at leggja í vaðið og skíra meg landasvíkjara. Fyri rættleikans skuld skal sigast, at Heini O. Heinesen, sum tann góði tjóðveldismaður hann er, brúkti orðið ?landsforredari?. Og hetta fekk hann eisini loyvi til frá løgtingsformanninum, tjóðveldismanninum Finnboga Ísaksyni. Men lat teir báðar eiga skommina.

Heini O Heinesen helt seg hava funnið teir vísu steinarnar, tá hann legði meg undir at hava lýtt danska forsætismálaráðharranum í oyra, hvat hesin skuldu siga um ríkisstuðulin í skiftistíðini í samband við fullveldisætlanina.

Antin leggur Heini mær ótrúlig evnir til, at eg so lætt skal kunna ávirka ein forsætismálaráðharra til at siga tað, sum eg kanska skuldi ynskt. Annað er, hví skuldi eg ynskt hatta svarið. Um tað gerst veruleiki, at blokkurin verður munandi skerdur, so komi eg eins væl og onnur at kenna sviðan av tí. Tað verður neyvan bert Heini O Heinesen og aðrir tjóðveldismenn, sum fara at kenna sviðan. Triðja er, at Heini O Heinesen neyvan tilleggur Poul Nyrup Rasmussen serlig evni, um hann so lætt skuldi dansa eftir mínari pípu og latið seg ávirkað.


Hvat siga aðrir danskir politikkarar?

Tá tingmenn høvdu fund við Nyrup á tinghúsloftinum 11. septembur, varð hann tríggjar ferðir spurdur spurningin, um hvussu teir vildu stilla seg til ríkisstuðulin í skiftistíðini. Fyrst spurdi Bjarni Djurholm, eg meini hann spurdi tvær ferðir, og síðan spurdi Kristian Magnussen. Men allar tríggjar ferðir gleið Nyrup av spurninginum, sum vit vanliga taka til.

Síðan nevndi eg, at eg sama morgun í Berlingaranum hevði lisið tað, sum Frank Åen úr Eindarlistanum, Peter Duetoft úr CD og Pia Larsen úr Vinstra høvdu sagt. Tey søgdu sum í ein munn, at jú størri sjálvstýri, jú minni fíggjarligur stuðul úr Danmark. Tá fyrstani svaraði Nyrup, har hann eisini brúkti myndina við pallettini.

Hevði Jóannes Eidesgaard kanska eisini lagt orðini í munnin á hesum trimum politikkarunum, sum ikki hoyra til danska javnaðarflokkin?

Síðan hevur Vinstraformaður Anders Fogh Rasmussen verið og vitjað. Tá var eg ikki staddur í Føroyum. Men hansara svar einsljóðandi við tey fyrru.

So Heini O Heinesen og annars teir, sum stuðlaðu honum í tinginum handa dagin, mugu nokk læra seg at liva við, at hatta er ein vanlig donsk politisk uppfatan av hasum viðurskiftunum.

Eg eigi so ongan lut í henni.

Eg kann í hesum sambandi siga Heina og hansara monnum, at næstseinasta fríggjadag stóð eg á Fólkatingi og vardi blokkstuðulsavtaluna, sum sjálvstýrislandsstýrið gjørdi 10. juni, har tit so meistarliga hava tryggjað okkum óskerdan blokk til og við ár 2001.


Hvar var hin árvakni og eftiransni tngformðaurin?

Eitt er, hvat Heini O Heinesen sigur, men annað er, at tingformaðurin góðtók hetta orðaval og hesar ákærur uttan so mikið sum at lata eitt tað einasta orð fella.

Á sama fundi, eins og hann ger á hvørjum fundi, átalaði hann annars til høgru og vinstru. M.a. fekk Vilhelm Johannesen átalu fyri at skíra taluna hjá Heina O Heinesen fyri ?mjørkatos?. Sjálvur eri eg átalaður fyri at siga, at hetta var ein av teimum góðu gomlu ?paranoidu? tjóðveldisrøðunum. Og kemur tingmaður í gáloysni at gloyma at nevna annan tingmann við eftirnavni, so verður hann straks átalaður. So seint sum fyrradagin varð eg sjálvur átalaður fyri ikki at byrja viðmerking mína við at siga ?harra formaður?. Og hetta er uttan iva í lagi, men so má alt annað eisini telja við.

Eg eri ótrúliga skuffaður og vónsvikin av tingformanninum, at hann ikki megnar í slíkum at vera objektivur. Hann hevði alla góðar grundir til at steðga hasi ákæruni. Hatta var ov vánaligt, harra formaður.

Fyri tað fyrsta, tí hon var so ótrúliga langt úti og so púrasta burturvið. Eins væl og Heini O. Heinesen og Finnbogi Ísakson eru valdir til at arbeiða fyri hesum landi, so havi eg eisini ein flokk og eina veljarafjøld, sum velur okkum til sama endamál.

Fyri tað næsta, so hevur tað altíð verið góður tingsiður, at fólk, sum ikki fáa vart seg, skulu ikki við navni viðgerast frá tingsins røðarapalli. Og eingin var nærri til at vita, at eg ikki var í tinginum henda dagin enn løgtingsformaðurin, tí hann hevði persónliga móttikið umsókn mína um farloyvi.


Senda kæru til formansskapin

Eg skal her til seinast boða frá, at eg fari at senda formansskapinum í løgtinginum eina kæru um hetta málið, tí eg vil fegin hava at vita, um hetta skoðsmálið, sum Heini O Heinesen her gav mær, eisini er eitt skoðsmál, sum formansskapurin er samdur í, og um hetta er nakað, sum formansskapurin framyvir fer at góðtaka.

Av givnum grundum fari eg at senda skrivið til allar fýra tingmenninar í formansskapinum.


Jóannes Eidesgaard

l&osl