Altjóða arbeiðsskapandi verkætlanin

   

Tað hevur tey seinastu árini verið arbeitt við eini altjóða arbeiðsskapandi verkætlan fyri Føroyar, sum vakti miklan ans millum tey seriøsu og virkisfúsu og motiveraðu, ið er ein fortreyt.

Tað er skapur ein altjóða miðdepil í Føroyum og har ein heilur hópur av hjúnum og einstaklingum kenna til altjóða forrætning, handil, marknað, við atliti til heima party kring alt landið.

Tað hesin altjóða forrætningsháttur byggir á eru nýggjastu forrætningsskipanir í 90?unum kallað Multi-Level-Marketing og Network Marketing, ið ein praktiserar viðv. firma og forrætningsavtalur við fleiri altjóða fyritøkur í fleiri londum.

Tað verður skipað fyri fundum og skeiðvirksemi og venjing við hjúnum og einstaklingum, ið taka lut, so tey fáa skipað forrætningar innan- og uttanlands í altjóða høpi. Tað er ein fortreyt, at tey sjálv nýta vørurnar fyri og fáa egnar royndir at kunna áhugaðar keyparar, ið fáa høvi til at royna hesar, eftir avtalu við forhandlara/seljara. Tað tekur nakað av tíð at skapa altjóða fortreytir og grundarlag at arbeiða sjálvstøðugt í altjóða høpi heimanífrá og hava allan heimin sum forrætning. Tað, sum framtíðin fer at bjóða, verður heimakeyp og søla, sum verður skipað privat heima hjá seljara ella keypara eftir avtalu og við at skipa heimaparty kring alt landið. Tað dagliga samskiftið og samstarvið fer at ganga um telefon/fax og internet, hvat ið flestu húsarhald munnu hava útvegað sær, ið skapar slíkar forrætningsmøguleikar ein bjóðar seriøsum og virkisfúsum og motiveraðum. Tað eru fleiri fyrimunir, ið keypararnir í dag fáa, í mun til etableraðu forrætningar og handlar, sum selja heilsu- og kosmetikkvørur og gávu- og prýðislutir o.m.a., ið einfærst við at fáa skipað fyri í Havnini. Tað verða skaptir møguleikar at arbeiða sjálvstøðugt í altjóða høpi og óheft av arbeiðsgevarum og fáa fíggjar- og peningafrælsi, sum flest fólk droyma um í dag, ið ein hevur fingist við at kunna fólk um. Tað eru fleiri forðingar, ein hevur fingið beint av vegnum hesi seinastu árini, so at ein fær betur skipað forrætningsviðurskifti aftan á at hava stríðst við byrjanartrupulleikar, til vit fingu vís nummar skipan. Tað er rættuliga nógvur peningur, ið ein hevur mist, tá ið børn, ungdómar og tilkomin fólk hava havt frags av at fremja telefonterror og hvørs loyniligu nummør eru skrásett á Føroya Tele, ið ein kann melda til løgregluna. Tað er marknaður fyri at keypa og selja heilsu- og kosmetikkvørur og gávulutir og prýðislutir og stuldratól o.m.a. privat, uttan fyri vanliga afturlatingartíð hjá forrætningum og handlum kring alt landið. Tað hevur áður verið kunnað Toll- og Skattstovu & Tolldeild & Postverki um slíkar forrætningsmøguleikar, ein hevur skapt, og ein skal ogna sær ein startpakka fyri at kunna byrja og sum ein ikki skal gjalda m.v.g. og toll av.

Tað ger ein fyrst, tá ið ein bíleggur vørur heim til Føroya at selja privat, ið ein fæst við, sum kann hjálpa ótrúliga nógvum hjúnum og einstaklingum at blíva sjálvstøðug kring alt landið og røkka oman fyri nevnda. Tað hevur eisini verið kunnað Telefonverkinum um týdningin at opna linjur frá Føroyum til Danmarkar, við atliti til altjóða frí nummør, sum altjóða fyritøkur hava upprættað, vit gjalda einans fyri at ringja niður. Tað eru rættuligar avbjóðingar, ein hevur fingið í altjóða høpi og har ein fleiri ferðir er boðin uttanlands og har ein ikki hevur verið fyrireikaður til forrætningsferðir at vitja altjóða fyritøkurnar í fleiri londum.


Hans Birgir Hansen