Tað hevur alla tíðina verið støðan hjá landsstýri og Uttanlandsnevnd, at ein avtala við Bretland skal tryggja okkum tað vit meta eru okkara rættindi til ikki bert møguligt ríkidømi í undirgrundini men eisini til ríkidømið í havinum. Hóast vit og bretar hava havt eitt fiskimark tó við tí undantaki, at har eru grásonu millum, so má ein siga, at tað hevur gingið væl at liva við hesi ?hálvu? loysn. Hinvegin kann ein siga, at miðlinjan nú hevur fingið hevd sum mark og spurningurin er bara eftir, hvussu vit definera grundlinjupunktini, tvs. tey pláss á landi, sum skulu gera av, hvar ein miðlinja skal ásetast út frá.
TAÐ hevur ligið á orðið, at ein avtala um landgrunnsmarkið er við at koma undir land. Samtíðis hevur verið víst á, at tá tað kemur hartil, tá kemur eisini spurningurin um endaliga at áseta fiskimarkið. Bretar mugu vita, at hóast tað er avmarkað, hvat grásonan kann geva av fiskimøguleikum td. sammett við eitt møguligt oljuríkidømi, so hevur fiskimarkið ein slíkan politiskan symbolskan týdning í Føroyum, sum gongur út um tað reint búskaparliga virðið, ið kann hugsast at verða í grásonuni.
UM tað er so, at partarnir nú eru komnir hartil, at tað einasta, sum skilur teir, er økið millum tær báðar versiónirnar av miðlinju, so má sigast, at tað er komið langt. Tí nettup hetta hevur alla tíðina verið kravið frá føroyskari síðu, nevniliga, at tað einasta, sum í veruleikanum er at stríðast um, er økið millum tær báðar miðlinjurnar. Tað, sum er farið, er farið, men vit vilja kortini minna bretar á teirra fullkomiliga órímuligu krøv frá byrjan av. Høvdu føroyingar tá ikki staðið saman sum ein maður, tá sá hetta kanska nógv øðrvísi út. Tað er greitt, at bæði bretar og vit hava brúk fyri eini avtalu, soleiðis at oljuleiting kann byrja. Út frá hesum skuldi ein trúð, at báðir partar kundu gjørt okkurt slag av avtalu, og vilja vit aftur her minna á eina møguliga joint ventureavtalu, sum kann gera, at oljuídnaðurin sleppur í gongd við at leita í øllum økinum.