upplýsir Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór. ?Vit hava roynt tvær ferðir áður at søkja um loyvið - hjá fleiri ymsum landsstýrismonnum, men higartil hava vit bara fingið noktandi svar, sigur Einar Waag. Fyrst [...] triðja umsóknin hevur kortini ikki fingið nakað afturljóð frá Vinnumálaráðnum. Ætlanin er at sterka øli nýtast til útfluttning. Eitt nú roknar Einar Waag við, at selt kundi verið til útlendsku skipini. ?Vit [...] Vit hava ongar ætlanir ella vónir um at bryggja sterkari øl til føroyska marknaðin, staðfestir Einar Waag. Tað krevur eitt sindur av produktútvikling at fara undir bryggjan av sterkara slagnum, men talan
KÍF, tí Kyndil lat ongan iva verið eftir, tá teir fóru á vøllin. Uttan stórvegis roks settu teir seg frá fyrsta bríksli á dystin, og tann munurin, sum eigur at vera millum liðini, kom týðiliga til sjóndar [...] Finnur Hansson 8, Heini Bendtsen 5, Jacob Jónsson 3, Ken Zachariasen 3, Josef Abrahamsen 3, Janus Einar Sørensen 3, Rúni Mohr 2, Gunnar Wardum 2, Ák Poulsen 1 KÍF: Regin Petersen 7, Jákup Dam 6(1), Fríðrik
vunnið. Truplari fyri hvønn dag Bjarni Djurholm sigur, at hann enn hevur hann ikki fingið endaligt svar frá landsstýrinum um príshækkingini, so tað verður í fyrsta lagi fyrst í næstu viku, at hon kemur í gildi [...] roknistykkið at ganga upp og fyri hvønn dag sum gongur, uttan at prísirnir hækka, missur Strandferðslan einar 20.000 krónur. Landsstýrismaðurin sigur, at hjá sær er málið rættiliga einfalt: Løgtingið skerdi játtanina
seg eisini við borðið og lurtar, meðan mamman greiðir frá. - Tey mugu bæði tvey hava nógvar smáar máltíðir gjøgnum alt samdøgrið, greiðir Gunnleyg frá. Tað hevur við sær, at Fríðunn skal eta fjórða hvønn [...] mánaðar Fríðunn varð fødd í juni 1994. - Hon græt so at siga í einar átta mánaðar út í eitt. Tað byrjaði longu á sjúkrahúsinum, greiðir Gunnleyg frá. Summi hildu, at talan møguliga var um kolik, tí hon græt [...] tí øll børn kunna vera strævin til tíðir, eisini tey, sum ikki eru sjúk, so hví skal eg kasta míni frá mær, fyri tað um tey hava fingið hesa sjúkuna. Eg kenni tað til tíðir næstan, sum um eg eri betur fyri
ferðsluofrið í Vágatunlinum, Olaf Ellingsgaard, sum 13. januar bleiv árendur av einum bili, sum koyrdi einar 200 kilometrar um tíman. Olaf slapp við 12 beinbrotum ymsastaðni á kroppinum. Júst hetta kvøldið hevur [...] har heitt varð á fólk um at koyra 60 km/t, men har var einki arbeiði at síggja, og um fólk koyra einar tríggjar ferðir framvið einum slíkum skelti, so hvørvur álitið á slíkum skeltum, sigur Jón Kragesteen [...] i eftirlit við myndatóli í gildi í Føroyum eins og gjørt verður í okkara grannalondum, men svarið frá ráðharranum var, at løgreglan er danskur myndugleiki, og tí hevur Landsstýrið ongan møguleika at áleggja
o.ø., men eg vildi við mínum vanliga viti og skili sagt, at samferðsluhavnin tað sama kann liggja einar 50 til 100 metrar longur inni á fjørðinum móti Drelnesi, tí so nógv kunnu hasi viðurskiftini viðvíkjandi [...] bæði á tingi og í býráði, at vit taka neyðug atlit. Okkara eftirkomarar skulu so vítt gjørligt fáa frá okkum eina náttúru, sum er so óspilt sum gjørligt. Og kunnu vit varðveita umhvørvið rundan um Lítla [...] n um at hann við sínum serkønu fólkum kemur suður á Tvøroyri og heldur ein fund, har greitt veður frá ætlanini, og har borgararnir kunnu fáa møguleika at seta spurningar og annars at koma við viðmerkingum
Okkum hevur altíð dámað væl fótbólt, og vit byrjaðu sum níggju ára gamlar við pinkunum, greiðir Ragna frá. Tvíburðarnir báðar hava altíð hildið saman. Og sært tú aðra, so kanst tú vera vísur í, at hin ikki [...] hjá sær. Hon var har í tríggjar mánaðar. ? Ja, hetta er fyrstu ferð, at eg havi havt frí so longi frá ítrótti, sigur Ragna. Drongur hennara býr í London, og hon var og vitjaði hann í tríggjar mánaðar og [...] hevur hug at flenna og sigur, at tað var løgið at vera so longi burtur. ? Tað longsta, vit hava verið frá hvørjari aðrari er ein vika, so tríggir mánaðir tyktust sera longi, sigur Ragna, sum er fegin um at
Í Sosialinum í gjár legði Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór Restorff bryggjarí undir at hava meldað Føroya Bjór fyri ólógligar lýsingar. Men hetta heldur stjórin á Restorff er púra burturvið. ? Vit royndu [...] høvdu nøkur dømi upp á lýsingar við, har vit spurdu fútan, hvat var lógligt, greiðir Restorff stjórin frá. Hann er sannførdur um, at tað ikki var tað, sum gjørdi fútan varugan við lýsingarnar hjá Føroya Bjór [...] politistar, men heldur at finna út av, innan fyri hvørjar karmar tað er lógligt hjá teimum at lýsa. ? Einar átti heldur havt hugsað um, at vit møguliga hava bjargað Føroya Bjór úr eini klemmu, sum lættliga
stóra, Ingi Højsted kundi gera við ósigurin hjá liðnum hjá sær leygardagin. Ingi fekk ikki meira enn einar tjúgu minuttir á vøllinum. Støðan var 2-1, tá Ingi kom á vøllin. Hóast hann luttók heilt fitt í spælinum [...] odda. Arsenal spældi við einari 4-4-2 uppstilling, meðan Tottenham spældi 3-5-2. Arsenal vóru langt frá nóg nærlagdir í álopspartinum. Serliga í høgru álopssíðu spældi Tottenham seg til fleiri møguleikar [...] Arsenal fekk javnað, men hetta helt sær ikki leingi. Triðja málið var eitt avbera vakur langskot frá einum av stóru talentunum hjá Tottenham. Sum heild var dysturin javnur og rímiliga væl leiktur. Úrslitið
til, at Kyndil bara uttan víðari var komið til Vestmanna fyri at geva seg yvir. Heldur royndu teir frá fyrsta bríksli við ágangandi verjuspælið at gera sítt til, at tungu skjúttarnir hjá VÍF ikki skuldu [...] fyri við tveimum og trimum málum, so var eingin orsøk til panikk hjá Kyndli, sum framvegis hevði einar tíggju minuttir at bøta skaðan í. Panikkur er tó helst mest beinrakna orðið. Skundandi og tankaleyst [...] Ingi Olsen 3(1), Piti Negur 3(1), Ólavur Brimnes 2 Kyndil: Jacob Jónsson 8(1), Høgni Klein 4, Janus Einar Sørensen 3, Finnur Hansson 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3(1), Heini Bendtsen 2, Ken Zachariasen1