Manshondbóltur
Klassikarin í føroyskum hondbólti verða dystirnir millum VÍF og Kyndil aloftast róptir, og tó at hesir dystir ikki hava verið so javnir seinnu árini, so hevur áhugin kring uppgerðirnar altíð havt stóran áhuga. Ikki minst tí talan aloftast hevur verið um dramatiskar dystir, har hvør einasti leikari gevur alt, sum hann hevur í sær.
Eftir eitt ár til gloymibókina er nú eisini líkt til, at Kyndil í ár aftur hevur fingið eitt lið, sum kann spæla við, tá dystir eru ímóti teimum stóru. Nakað sum eisini kom til sjóndar í grundspælinum, tá seinni dysturin millum liðini endaði við javnleiki.
Tvungið skifti gagnaði
Og tað var eisini sera javnt fyri tað allar mesta, tá risarnir so aftur hittust í Vestmanna sunnudagin. Við eini lívligari áskoðarafjøld í rygginum var so avgjørt ikki líkt til, at Kyndil bara uttan víðari var komið til Vestmanna fyri at geva seg yvir.
Heldur royndu teir frá fyrsta bríksli við ágangandi verjuspælið at gera sítt til, at tungu skjúttarnir hjá VÍF ikki skuldu koma fyri seg, og við einum VÍF liði, sum framvegis er uttan Áka Olsen, og har Ingi Olsen ikki var meira enn hálvur hendan dagin, átti eisini at verið møguleiki fyri, at hetta kundi geva úrslit.
Tað at júst teir báðir Olsen menninir at kalla ikki vóru við hjá VÍF, gjørdi tó sítt til, at spælið var nakað umskipað, og soleiðis sum Kyndil spældi, so var umskipanin helst eisini gagnlig. Við Daniel Rápa á øðrum bakplássinum varð denturin nevnliga í nógv størri mun lagdur á innspælingarnar av bakkinum, heldur enn at tveita kanónkúlur móti málinum, og tí mátti Kyndil ansa sær, soleiðis at verjan ikki gjørdist alt ov framrættað royndunum at steðga fyrst og fremst Piti Negru og Áka G. Olsen. Oftani var tað eisini ein fragd at síggja, hvussu Rápa bara sletti bóltarnar inn um Kyndils-verjuna til frían viðleikara, meðan grønu menninir væntaðu okkurt heilt annað.
Mistu høvdið
Hinvegin so var Kyndil als ikki fyri ongum. Allan fyrra hálvleik fylgdu teir sera væl við, og tó at VÍF eitt skifti hótti við at rýma, so varð hetta ikki loyvt teimum. Yvirgongdirnar av serstakliga vinstra bakki vóru fleiri í tali, og ikki minst eftir at ein væl upplagdur Høgni Klein kom á vøllin, tóktist teir grønu veruliga at reisast.
Tað var eisini ein vilji á Kyndils-liðnum, sum sjáldan er sæddur í ár. Sjónligt var, at hetta var ein dystur, sum skuldi og mátti vinnast, og at við eitt sindur meira av umhugsni kundi hetta eisini eydnast hjá teimum.
Eitt stórt korter miðskeiðis í seinna hálvleiki mundi tó vera fremsta orsøkin til, at hetta kortini ikki eydnaðist hjá Kyndli. Eftir at teir høvdu lagt væl í seinna hálvleiki, var tað ístaðin VÍF, sum byrjaði at toga avstað. Munurin gjørdist kanska ikki so stórur, men tá Kyndil samstundis tveitti alt umhugsni fyri borð, fekk VÍF skapt avgerandi holið.
Hóast teir tá vóru aftan fyri við tveimum og trimum málum, so var eingin orsøk til panikk hjá Kyndli, sum framvegis hevði einar tíggju minuttir at bøta skaðan í. Panikkur er tó helst mest beinrakna orðið. Skundandi og tankaleyst royndu teir at trýsta ferðina upp í topp, soleiðis at tað mista kundi vinnast innaftur, men sjálvir megnaðu teir ikki at fylgja við í hesum, soleiðis at VÍF ístaðin kundi gera sær dælt av mistøkunum. Fimm minuttir fyri leiklok hevði VÍF soleiðis fingið munin upp í fýra mál, og so var ikkii stórvegis hjá Kyndli at gera. Nakað av spenningi fekst tó í aftur, tá teir eftir eitt time-out gjørdu av at fara heilt út á vøllin eftir vestmenningunum, men nærri enn tveimum málum komu teir ongantíð.
Væntandi royndir
Soleiðis vóru tað kanska royndirnar, sum vóru á muni á liðunum báðum hendan dagin, tó at tað kanska ikki akkurát eru tær royndirnar, sum verða settar í samband við dystartal, sum tosað verður um.
Heldur er tað tað at kunna halda høvdið kalt, tá tættir dystir nærkast avgerðini, sum var munurin hesaferð. Gjøgnum eina hondbóltstilveru í oddinum av føroyskum hondbólti vita vestmenningar helst betri enn nakar annar, hvussu slíkar støður skulu avgreiðast, og hetta sást eisini aftur í, at tað ikki eina tí einastu ferð tóktist vera nakað sum líktist ráðaloysi á VÍF-liðnum.
Teir koyrdu alla tíðina sítt egna spæl, soleiðis sum avrátt varð undan dystinum, og tað er ikki óhugsandi, at hevði Kyndil gjørt tað sama, so kundi úrslitið á máltalvuni verið eitt annað.
Umframt dýra lærupeningin við omanfyrstandandi royndunum, so mugu teir í Kyndli helst eisini ásanna, at tað undir ongum umstøðum verður til meira enn bronsumerki fyri teirra viðkomandi í ár. Skuldi talan gerast um meira, so var helst neyðugt við tveimum stigum í Vestmanna. Enn hevur liðið tó ikki mist alla vón um gull í ár, tí framvegis eru teir mest sum vissur partur av steypafinaluni, har móstøðuliðið verður antin VÍF ella StÍF
VÍF hevur kanska verru kortini á hondini í so máta, nú teir skulu á Skála við einum máli aftan fyri til seinnu hálvfinaluna, men hóast hetta, so hava teir neyvan heilt mist mótið. Ikki minst man tað kennast fløvandi, at breiddin á liðnum hevur roynst somikið væl seinastu dystirnar. Dystir, har VÍF hevur verið nakrar av bestu leikarunum í landinum fyriuttan, men har teir framvegis halda fast í oddinum, eins og møguleikin fyri eini steypafinalu framvegis er til staðar.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 26-24 (14-14)
Málskjúttar:
VÍF: John Zachariasen 5, Petur Frank Joensen 5, Daniel Rápa 4, Áki G. Olsen 4, Ingi Olsen 3(1), Piti Negur 3(1), Ólavur Brimnes 2
Kyndil: Jacob Jónsson 8(1), Høgni Klein 4, Janus Einar Sørensen 3, Finnur Hansson 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3(1), Heini Bendtsen 2, Ken Zachariasen1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 2
Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 4
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen: Hóast talan var um eina intensa uppgerð, so megnaðu dómararnir væl at stýra spælinum, soleiðis at talan ongan tíð gjørdist um teir heilt ógvusligu nærdystirnar.










