Ingi og Arsenal taptu

Ingi Højsted kom inn í seinna hálvleiki og fekk einar tjúgu minuttir á vøllinum, tá U-17 liðið hjá Arsenal tapti 3-1 móti Tottenham leygardagin

FÒTBÒLTUR

London:Tað var ikki tað heilt stóra, Ingi Højsted kundi gera við ósigurin hjá liðnum hjá sær leygardagin.
Ingi fekk ikki meira enn einar tjúgu minuttir á vøllinum. Støðan var 2-1, tá Ingi kom á vøllin. Hóast hann luttók heilt fitt í spælinum, kundi hann lítið og einki gera við ósigurin hjá liðnum sær.
3-1 gjørdist endiliga støðan, og U17 liðið hjá Arsenal við føroyska Inga Højsted hevur nú tapt tríggjar dystir á rað.

Leikliga javnt
Dysturin varð spældur á venjingarøkinum hjá Tottenham í Chigwell, Spurs Lodge, í útkantinum av London.
Dystir millum Tottenham og Arsenal eru vanliga nakað serligt. Talan er um tvey London lið, og ofta verður spælt um meira enn tey trý stigini.
Arsenal tóktiskt at hava gott tak á dystinum, men Tottenham fingu fyrsta stóra møguleikan. Miðskeiðis í hálvvleikinum hevði Arsenal yvirtakið, men Tottenham løgdu seg á odda.
Arsenal spældi við einari 4-4-2 uppstilling, meðan Tottenham spældi 3-5-2. Arsenal vóru langt frá nóg nærlagdir í álopspartinum.
Serliga í høgru álopssíðu spældi Tottenham seg til fleiri møguleikar, og tað var eisini herfrá, at fyrsta málið. Bólturin verður spældur skjótt fram í høgru, og innleggið verður lagt so væl fyri áleyparan, at hann kann annað enn skjóta bóltin í málið. 1-0 var eisini hálvleiksstø_an.
Seinni hálvleikur líkist nógv tí fyrra. Arsenal fekk javnað, men hetta helt sær ikki leingi. Triðja málið var eitt avbera vakur langskot frá einum av stóru talentunum hjá Tottenham.
Sum heild var dysturin javnur og rímiliga væl leiktur. Úrslitið kundi tað sama verið øðrvísi, men Arsenal hevði torført við at skipa sítt álopsspæl, og hetta gav at bíta.

Á bonkinum
Føroyska íkastið til U17 fótbóltin í Onglandi, Ingi Højsted, var ikki millum teir útvaldu ellivu í byrjunaruppstillingini hjá Arsenal.
Hetta er fyrstu ferð í ár, at fyrrverandi B36 leikarin byrjar á bonkinum. Sjálvur sigur Ingi, at hann hevur havt ein lítlan skaða at dragast við.
?Vit royna oftani ymsar uppstillingar. Hesaferð valdi venjarin at geva onkrum, sum ikki hevur verið við hesum liðnum nakrar dystir, møguleikan, sigur Ingi Højsted.
Ingi var á vøllinum í góðar tjúgu minuttir. Hann kom tó ongantíð inn í dystin rættiliga, hóast hann sá rímiliga nógv til bóltin. Dysturin misti nógv seinastu løtuna, eftir at Tottenham hevði lagt seg á odda 3-1.
Hetta er triðja tapið hjá Arsenal á ra_ð Arsenal liggur á triðja plássi í FA Academy League fyri U17 lið. Aston Villa er langt frá hinum liðunum.
Stigini og plaseringarnar eru kortini ikki so týdningarmikil, tí enn verður dystast í grundspælinum. Ì endaspælinum byrja øll lið av nýggjum. Tað er grundspælið, ið ger av, hvøri lið skulu spæla móti hvørjum øðrum, men í prinsippinum hava øll lið eins góðar møguleikar.