Barnsligt og bláoygt

Stjórin á Restorff, Óla Svend Nolsøe, heldur tað vera bæði barnsligt og bláoygt av Einari Waag, stjóra á Føroya Bjór at ákæra Restorff fyri at hava meldað bryggjaríið

Í Sosialinum í gjár legði Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór Restorff bryggjarí undir at hava meldað Føroya Bjór fyri ólógligar lýsingar.
Men hetta heldur stjórin á Restorff er púra burturvið.
? Vit royndu at finna nakrar karmar, sum vit kundu lýsa undir og samstundis halda okkum innan fyri lógarinnar mark, sigur Óla Svend Nolsøe.
Restorff vendi sær til fleiri fyri at fáa svarað teirra spurningum. Áðrenn tey fóru til fútan, høvdu tey verið í Vinnumálaráðnum og hjá Rúsdrekkasøluni. Síðani varð hildið, at fyri at fáa so gjølliga sum gjørligt at vita, hvat er loyvt og ikki, at tað mundi vera frægast at venda sær til fútan sjálvan og spyrja.
? Vit høvdu nøkur dømi upp á lýsingar við, har vit spurdu fútan, hvat var lógligt, greiðir Restorff stjórin frá. Hann er sannførdur um, at tað ikki var tað, sum gjørdi fútan varugan við lýsingarnar hjá Føroya Bjór.
? Fútin lesur bløðini, so hann hevði ivaleyst sæð lýsingarnar sjálvur og síðani tikið málið upp av sínum eintingum, vísir Óla Svend Nolsøe á. Hann leggur samstundis afturat, at tá var Restorff longu ákært, og tað var fútin, sum sjálvur tók málið upp.
? Tá vit vóru ákærd, so er ongin orsøk til at halda, at Føroya Bjór fór at sleppa, tí tá fútin fyrst er byrjaður við tílíkum ákærum, so má hann taka alt við, sigur Óla Svend.
Hann leggur dent á, at endamálið hjá Restorff við øllum hesum var ikki at ganga runt og spæla politistar, men heldur at finna út av, innan fyri hvørjar karmar tað er lógligt hjá teimum at lýsa.
? Einar átti heldur havt hugsað um, at vit møguliga hava bjargað Føroya Bjór úr eini klemmu, sum lættliga kundi havt verðið enn størri enn hon nú er, um tey høvdu hildið fram við tílíkum lýsingum, sigur Restorff stjórin at enda.