Hægri oljuavgjald fyri at sleppa undan príshækking

Bæði tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisflokkurin nevna møguleikan at hækka avgjaldið á olju ella bensini fyri at sleppa undan hækka prísin á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni

Ferðaseðlaprísir

Skal avgjaldið á olju ella bensini hækka fyri at sleppa undan at ferðaseðlarprísirnir hjá Strandferðsluni hækkar?
Tað er ein møguleiki sum tveir av samgonguflokkunum, sjálvstýrisflokkurin og tjóðveldisflokkurin spæla sær við í hesum døgum.
Tað gera teir í sambandi við umbønina hjá Strandferðsluni um at fáa loyvi at hækka prísin á ferðaseðlum. Upplýst hevur verið, at hækkingin verður eini 20% í miðal.
Áðrenn hækkingin kann koma í gildi, skal landsstýrismaðurin í vinnumálum góðkenna hana og hann hevur gjørt av at leggja málið fyri landsstýrið.
Enn er endalig støða ikki tikin, men hjá trimum av teimum fýra samgonguflokkunum er tað við ringum tannabiti, at prísirnir skulu hækka.
Bæði tjóðveldisflokkurin, sjálvstýrisflokkurin og miðflokkurin í samgongu vísa á, at ein príshækking kemur at raka útjaðaran meinast.
Tí kundu bæði tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisflokkurin nevnt møguleikan at at ein ella onnur skipan fekst í lag, har fleiri herðar komu at bera príshækkingina hjá Strandferðsluni.
Bæði Kári Højgaard, formaður sjálvstýrisfloksins og Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi nevna tískil møguleikan at hækka avgjaldið á brennievni fyri at útvega Strandferðsluni meiri pening tann vegin.
Teimum báðum hevði dámt betri eina skipan, har upphæddin, sum Strandferðslan hevur brúk fyri, verður útjavnað á fleiri herðar fyri at sleppa undan at raka útjaðaran so meint.
Kári Højgaard leggur tó dent á, at tankin at hækka avgjaldið á brennievni, er ikki gjøgnumhugsaður serliga gjølliga og hann veit heldur ikki um tað ber til.
Men tosið um at allar leiðir hjá Strandferðsluni skulu kosta tað sama, heldur hann vera heilt burturvið.
Heini O. Heinesen nevnir eisini møguleikan at hækka veggjaldið.
?Men hækkar avgjaldið á brennievni, verða tað tey, sum brúka vegirnar mest, sum betala mest og tað hóvar mær betri, sigur Heini O. Heinesen.

Slepst ikki undan
Bæði Heini O. Heinesen og Kári Højgaard ásannar, at tað slepst ikki undan at Strandferðslan fær meiri pening, tí sum er, gongur roknistykkið ikki upp.
Og Kári Højgaard sigur, at endar tað við príshækkingum, verður tað ikki sjálvstýrisflokkurin sum fer at leggja seg í buktina, verður tilmælið hjá Strandferðsluni og Vinnumálaráðnum einasti útvegur, tí tað er greitt, at peningur skal til, so ella so.
?Men príslegan má heldur ikki leggjast so, at fólk gevst at ferðast.
?Vit hava eisini samtykt eina fíggjarlóg við ávísum fortreytum og tað ber ikki til at renna undan, sigur Kári Højgaard. Og sjálvstýrisflokkurin er í øllum førum ikki sinnaður til at játtað Strandferðsluni eykajáttan við at hækka fíggjarlógina.
? Skal Strandferðslan hava eykajáttan á fíggjarlógini, skal tilsvarandi upphædd sparast onkra aðra staðni, sigur Kári Højgaard.
Heini O. Heinesen heldur, at ferðaseðlaprísir eru so viðkvæmir, at hækka prísirnar, fara fólk afturfyri at ferðast minni og so er onki vunnið.

Truplari fyri hvønn dag
Bjarni Djurholm sigur, at hann enn hevur hann ikki fingið endaligt svar frá landsstýrinum um príshækkingini, so tað verður í fyrsta lagi fyrst í næstu viku, at hon kemur í gildi.
Men hann vísir á, at jú longri tíð gongur, jú truplari verður at fáa roknistykkið at ganga upp og fyri hvønn dag sum gongur, uttan at prísirnir hækka, missur Strandferðslan einar 20.000 krónur.
Landsstýrismaðurin sigur, at hjá sær er málið rættiliga einfalt: Løgtingið skerdi játtanina til Strandferðsluna nógv meiri enn hann hevði ætlað og príshækkingin er ein avleiðing av hesum.