RÙSDREKKA
Føroya Bjór hevur fyri triðju ferð sent umsókn til Vinnumálaráðið um at fáa loyvi til at bryggja við alkoholinnihaldið áljóðandi meira enn 5,8%.
Hetta upplýsir Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór.
?Vit hava roynt tvær ferðir áður at søkja um loyvið - hjá fleiri ymsum landsstýrismonnum, men higartil hava vit bara fingið noktandi svar, sigur Einar Waag.
Fyrst varð søkt hjá Ivan Johannesen, síðani hjá Finnbogi Arge og nú til Bjarna Djurholm.
Hendan triðja umsóknin hevur kortini ikki fingið nakað afturljóð frá Vinnumálaráðnum.
Ætlanin er at sterka øli nýtast til útfluttning. Eitt nú roknar Einar Waag við, at selt kundi verið til útlendsku skipini.
?Vit hava ongar ætlanir ella vónir um at bryggja sterkari øl til føroyska marknaðin, staðfestir Einar Waag.
Tað krevur eitt sindur av produktútvikling at fara undir bryggjan av sterkara slagnum, men talan er ikki um tær heilt stóra broytingar.