Samstundis sum ES skipar fyri einum tiltaki fyri og øðrum eftir fyri at fáa fólk at roykja minni, letur samveldið tubbaksídnaðinum nógvar milliardir krónur í stuðuli á hvørjum ári. Sambært Politiken fær [...] suðurevropeisku londunum. Inge Haunstrup Clemmensen, yvirlækni hjá Kræftens Bekæmpelse, sigur við blaðið, at ES nýtir meiri pengar til tubbaksídnaðin enn til fyribyrging, og tað heldur hon vera púra burturvið [...] Belgia. Í 1991 fyri teir 11 milliardir krónur, men síðani er stuðulin minkaður. ES hevur júst samtykt, at teir skulu fáa einar sjey milliardir krónur um árið tey næstu seks árini.
Mainz", at fleiri iraksk børn hava verið illa viðfarin í fongslum í Irak, meðan hersetingarvaldið hevur havt ábyrgdina av teimum. Talsmaðurin hjá Reyða Krossi, Florian Westphal, segði í sendingini, at í t [...] 107 børn í seks irakskum fongslum. Hann legði afturat, at kanska eru tey fongslaðu børnini uppaftur fleiri í tali. Í sendingini varð greitt frá, at sambært einum amerikonskum heryvirmanni bleiv ein 15 ella
av sparkinum, og sjálvur helt hann í øllum førum, at hann hevði tryggjað sínum monnum sigurin við sparkinum. Men tað helt dómarin ikki. Hann metti, at tveir leikarar hjá Tunis høvdu runnið inn í brotsteigin [...] ferðina varð brotssparkið góðtikið. Sostatt vann Tunis at enda dystin 3-2, men úrslitið kundi tó gera tað sama, tí hvørki av liðunum høvdu møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum
Snodd á Eiði. Orsøkin til hetta stigið sigst vera, at ónøgdin er stór ímillum fiskimenn um Fiskamarknað Føroya. Ført hevur verið fram, at eitt nú við at selja ígjøgnum móttøkuna á Eiði, hava menn fingið [...] Klaksvík: Sambært Norðlýsinum váttar borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, at fólk hava verið á fundi í býráðnum um júst hetta málið. Men sum skilst er tað ikki komið serliga langt enn. Til dømis
sum vitjar høvuðsstaðin í ár, og higartil hava ikki færri enn 43 ferðamannaskip boðað frá, at tey ætla sær at vitja Havnina í ár. Seinasta fráboðaða vitjanin verður í seinnu helvt av september mánaða. [...] Tey gott og væl túsund ferðafólkini umborð á "Sundream", ið øll eru bretsk, valdu tey flestu at nýta dagin til at spáka sær ein túr í Havn, og kanska hyggja inn á gólvið á onkrum av søvninum í høvuðsstaðnum
yrkislistarfólkum: - Endamálið við tiltakinum er í høvuðsheitum at skapa eitt forum, har ljós verður varpað á ungdómsmentanina í Føroyum og fyri at vísa, hvat tey ungu í Føroyum duga og vilja. Her sleppa tey [...] í frið og náðum, men samstundis í serliga ágrýtnum arbeiði. Sjálvandi væntaði eg, alt fór at ganga væl, men at vit heilt sluppu undan trupulleikum, er bert enn ein dreymur, ið er gingin út.
spurningar. Og kanska onkur verður vaktur upp at luttaka í onkrari tænastu, sum ein brennur fyri, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari. Henda framsýningin kemur at standa uppi til næsta vikuskifti. [...] seinastu tíðina havt eina serstaka 40 daga ráðstevnu við heitinum "Eitt málrættað lív". Tey eru nú farin at nærkast endanum á hesi ráðstevnuni, og sunnudagurin komandi verður tann næstseinasti sunnudagurin. [...] øllum tænastunum, sum longu nú eru í samkomuni. Eftir møtið sunnudagin tá talan er liðug verður høvið at síggja hesa framsýning, har ein fær eitt yvirblikk av breiddini í samkomuarbeiðinum hjá Kelduni. -
Sosialinum fyri nøkrum árum síðan lagið Blottarar fyri at vera eitt lag, ið ongantíð átti at verið skrivað. Fleiri tekstir hjá teimum eru so ófantaligir, at teir ikki kunnu verða spældir í føroysku loftmiðlunum [...] Páll Finnur Páll er langt síðan vorðin fólkaogn. Bólkurin hevur eini heilt serlig evni at skriva fangandi og syngivið-vinarlig poppløg. Lagið Forelskaður Sjónleikari av fyrru fløguni hjá bólkinum er tað
einans skrokk-skaðar vóru avleiðingin. Tað er vorðið vanligt, at fólk rýma frá ferðsluóhappum. Tað hendir, at onkur ger skaða á ein annan bil, og at viðkomandi ikki sigur frá, frætta vit frá vakthavandi á [...] Hetta er sera keðiligt hjá viðkomandi, sum eigur tann meiðslaða bilin. Løgreglan heitir tí á øll um at geva seg til kennar, um tú hevur verið í einum ferðsluóhappi. Hetta eisini, um tú hevur meinslað ein
píli í allan dag. Tað er ordiliga stuttligt at vera ein prinsessa, tí so eri eg so vakurt ílatin, sigur fimm ára gamla Maria. - Vit skipa fyri temadøgum fyri at gera okkurt øðrvísi. Børnini elska tað og [...] - Børnini ganga við lív og sál upp í temadagarnar. Vit byrja so smátt at fyrireika okkum nakrar vikur frammanundan, og tí gerast tey so spent og spyrja í heilum, nær temadagurin verður, sigur Beinta Joensen [...] hvørt hava vit eisini ítróttadagar og hugnaligar dagar við pitsa og biografi, sigur Beinta Joensen at enda.