Páll finnur Páll, Knút, Unn og Sic á asfalt

Í dag byrjaði atgongumerkjasølan til asfalt. Í hesum sambandi kunnu vit avdúka fýra av nøvnunum á risa tónleikatiltakinum í Tórsgøtu. Føroya ónærisligasti poppbólkur Páll Finnur Páll verður millum nøvnini eins og Sic, Knút Háberg Eysturstein og Unn Patursson.

Páll Finnur Páll er langt síðan vorðin fólkaogn. Bólkurin hevur eini heilt serlig evni at skriva fangandi og syngivið-vinarlig poppløg. Lagið Forelskaður Sjónleikari av fyrru fløguni hjá bólkinum er tað størsta popp hittið í føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini. Á nýggju fløguni hjá bólkinum, fær rokkurin ein eitt sindur størri leiklut. Hetta klæðir tónleikinum væl. Ofta eru tekstirnir væl hinumegin tað vanliga, og ikki alt er borðbart. Eitt nú skýrdi ummælarin hjá Sosialinum fyri nøkrum árum síðan lagið Blottarar fyri at vera eitt lag, ið ongantíð átti at verið skrivað. Fleiri tekstir hjá teimum eru so ófantaligir, at teir ikki kunnu verða spældir í føroysku loftmiðlunum. Tað gerst so serliga langt úti, tí hesar ófantaligheitir verða bornar fram í fittum popp hami. Men Páll Finnur Páll er altíð frálíkur á konsertum. Bólkurin er stutt sagt ein av bestu føroysku tónleikabólkunum í løtuni.