Fyrstu ferðaskipini komin

Nú summarið nærkast, eru tey fyrstu útlendsku ferðamannaskipini komin til landið. Í gjáramorgunin kom enska skipið "Sundream" á Havnina við 1080 ferðafólkum. Hetta er triðja ferðamannaskipið, sum vitjar høvuðsstaðin í ár, og higartil hava ikki færri enn 43 ferðamannaskip boðað frá, at tey ætla sær at vitja Havnina í ár. Seinasta fráboðaða vitjanin verður í seinnu helvt av september mánaða.
Tey gott og væl túsund ferðafólkini umborð á "Sundream", ið øll eru bretsk, valdu tey flestu at nýta dagin til at spáka sær ein túr í Havn, og kanska hyggja inn á gólvið á onkrum av søvninum í høvuðsstaðnum, verður sagt av Kunningarstovuni í Havn. Tó fóru nøkur teirra farin ein heildagstúr í Norðoyggjar, áðrenn skipið fór av aftur Havnini um nátturðatíð mikukvøldið. Tey 1080 ferðafólkini hava tað óivað gott umborð á enska skipinum, tí manningin telur ikki færri enn 500 fólk.