Í gjárkvøldið avdúkaði týska sjónvarpssendingin "Report Mainz", at fleiri iraksk børn hava verið illa viðfarin í fongslum í Irak, meðan hersetingarvaldið hevur havt ábyrgdina av teimum.
Talsmaðurin hjá Reyða Krossi, Florian Westphal, segði í sendingini, at í tíðarskeiðinum frá januar til mai í ár kom Reyði Krossur fram á 107 børn í seks irakskum fongslum. Hann legði afturat, at kanska eru tey fongslaðu børnini uppaftur fleiri í tali.
Í sendingini varð greitt frá, at sambært einum amerikonskum heryvirmanni bleiv ein 15 ella 16 ára gomul genta kroyst upp í ein krók, tá nakrir amerikanskir hermenn avhoyrdu hana. Síðani skræddu teir klæðini av henni. Tá gentan var hálvnakin, legði hedrnaðarløgreglan uppí og steðgaði áganginum.
Í einum øðrum føri spulaðu nakrir amerikanskir hermenn ein 16 ára gamlan drong. Aftaná fóru teir út í náttarkuldan við dronginum og lótu hann sita í einum opnum bili.